Ljóðar at danir eru millum tey deyðu

Borgerservice í Danmark hevur óváttaðar upplýsingar um, at danskir ríkisborgarar eru millum tey deyðu í bumbuálopunum á Sri Lanka.

Upphavsrætt til myndatilfar: Ritzau, Scanpix

 

Sjúkrahúskeldur siga við AFP, at amerikanskir, bretskir og hollendskir ríkisborgarar eru millum tey deyðu.

Tað ljóðar, at danir eru millum tey særdu og deyðu á Sri Lanka, har fleiri spreingingar hava verið í kirkjum og hotellum.

Tað upplýsir Udenrigsministeriets Borgerservice áTwitter. Tað er tó ikki møguligt at fáa hetta váttað nærri, verður sagt.

– Vit hava upplýsingar frá álítandi keldum um, at danir eru millum tey deyðu, men vit hava ikki fingið hetta váttað hetta enn, sigur deildarstjóri hjá Udenrigsministeriets Borgerservice, Ib Petersen.

##ms##

Deildarstjórin vil ikki upplýsa, hvørjar keldurnar eru, men hann heitir á danir í Sri Lanka um at fylgja boðunum frá myndugleikunum í økinum um útgonguforboð.

Harumframt mælir Ib Petersen til, at danir í økinum um at seta seg í samband við síni avvarðandi og Udenrigsministeriets Borgerservice.

– Vit hava ikki fult yvirlit yvir, hvusuu nógvir danskir ríkisborgarar eru á Sri Lanka, en eini 200 danir hava boðað frá, at teir eru har, og vit meta, at tað eru væl fleiri, sigur, siger Ib Petersen.

Suðurasiatiska landið var í morgun rakt av átta spreinginum, sum hava verið á hotellum og katólksum kirkjum. Minst 207 eru deyð, harav minst 35 útlendingar, eru dripin.

450 eru særd.

Spreingingarnar hava rakt høvuðsstaðin, Colombo, eins og býir Dehiwela og Negombo, sum liggur nærindis høvuðsstaðnum.

Tjóðskapurin hjá teimum deyðu og særdu er enn ikki upplýstur.

AFP skrivar, at ein sjúkrahúskelda hevur upplýst, at amerikanarar, bretar og hollendingar eru millum tey deyðu.

Ráðharrin á Sri Lanka fyri búskaparligar nýskipanir, Harsha de Silva, skrivar í einum tweeti, at hann hevur vitjað tvey av teimum bumburaktu hotellunum.

– Eg sá nógvar kropslutir liggja spaddar út yvir tað heila, skrivar hann og leggur afturat:

– Nógv deyð og særd – harímillum útlendingar.

Danmark hevur onga sendistovu á Sri Lanka, men fólk frá sendistovuni í New Delhi eru farin til til Colombo fyri at kunna hjálpa donskum ríkisborgarum, sum tørva.

Uttanríkisráðið sigur sambært Kringvarpinum, at tey ikki hava fingið boð um nakran føroying, sum er á Sri Lanka.

/ritzau/AFP