Poul Ingason: Eg skumpaði hann

Poul Ingason avsannar, at hann hevur sparkað ella sligið eftir Hans Jørgen

Mynd: (Privatmynd) Poul Ingason hevur brotið nøsina

Mynd: (Privatmynd) Poul Ingason hevur brotið nøsina

Fyrr í kvøld bleiv venjingardysturin millum HB og Víking avblástur, tá Poul Ingason og Hans Jørgen Djurhuus komu í hornatøku. Tað endaði við, at Hans Jørgen skal hava sligið Poul Ingason, sum hevur brotið nøsina.

 

Les eisini: Poul Ingason brotið nøsina

 

Úr Vikingi ljóðar, at støðan ikki er so einfald, sum tann versiónin, ið ávísir fjølmiðlar hava lagt fram. Her vilja tey vera við, at Poul Ingason bæði sló og sparkaði eftir Hans Jørgen, áðrenn hann svaraði aftur við at sláa.

 

Poul Ingason sigur við Kringvarpið, at hann skumpaði Hans Jørgen Djurhuus í bringuna eftir takklingina og einki meira.

 

- Eg vil staðiliga afturvísa, at eg skal hava sligið ella sparkað eftir honum,áðrenn hann sló meg, sigur Poul Ingason við Kringvarpið.

 

Venjarin hjá Víkingi, Sigfríður Clementsen, sigur við Kringvarpið, at hendingin kemur at fáa avleiðingar fyri Hans Jørgen Djurhuus.