Løgmaður aftur í HB-málinum

Fimm dagar undan 50 ára føðingardegni sínum var Kaj Leo Johannesen aftur at síggja í HB-málinum

Teir næst bestu hjá HB hava ligið í tungum sjógvi í 1. deild í ár, og liðið er at finna beint undir niðurflytingarstrikuni.

 

Hópurin hevur kanska verið nakað tunnur, og seinastu tíðina hevur staðið á at finna málverja, og tá trupult er at finna ungan kvalifiseraðan kandidat, hevur felagið leitað sær til landsins hægsta.

 

Løgmaður, Kaj Leo Johannesen, var í drúgt áramál álitið millum stólparnar hjá besta HB-liðnum. Hann hevur spælt 300 dystir fyri besta lið felagsins, umframt at hann fýra ferðir hevur umboðað Føroyar á A-landsliðnum. Tað eru tó nøkur ár síðani, at hann seinast vardi málið, men nú tørvur var á tí, játtaði hann at rætta felagnum eina hjálpandi hond. Kaj Leo Johannesen verður 50 um fimm dagar, men hann passar framvegis málmansblusuna, sum hann smoygdi á seg, tá HB í dag spældi heimadyst móti FC Suðuroy.