Løgmaður bjóðar Boris Johnson til Føroya

Samstundis ynskir løgmaður honum lukku við valinum

Bárður á Steig Nielsen og Boris Johnson á fundi í Downing street til Føroya

Bárður á Steig Nielsen og Boris Johnson á fundi í Downing street til Føroya

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur borið Boris Johnson lukkuynski, nú flokkur hansara vann tjóðartingsvalið, sum var hósdagin, og har Boris Johnson vann ein knúsandi sigur.

Í brævinum til bretska forsætisráðharran, takkar løgmaður somuleiðis fyri fundin, sum báðir stjórnarleiðararnir høvdu í Downing Street fyrst í november.

Eisini vísir løgmaður á góða sambandið millum Stóra Bretlands og Føroyar og møguleikan fyri tættari samstarvi. 

Næsta ár verða tað 75 ár síðan, at seinni heimsbardagi og bretska hersetingin av Føroyum endaði.

Í tí sambandi verður hátíðarhald í Føroyum, og løgmaður sigur í heilsanini til Boris Johnson, at hann er fegin fyri, formliga, at bjóða honum, og øðrum umboðum fyri bretsku stjórnina, til Føroya til hátíðarhaldið. Og hann sigur, at hann kann leggja eina fjøbroytta ferðaskrá til rættis, har teir eisini fáa stundir til at tosa um felags áhugamál.

Bárður á Steig Nielsen og Boris Johnson á fundi í Downing street til Føroya