Løgmaður: – Eg skilji at foreldur óttast

Tó, so er tað ikki ein haldgóð grundgeving ikki at møta til arbeiðis, tí at tú ikki hevur ansing ella ikki torir at senda børnini á stovn ella í skúla

 

 

Fleiri av spurningunum, ið Føroya fólk nú sita við, eftir at løgmaður í morgun boðaði frá, at føroyska samfelagið nú spakuliga skal seta ferðina upp aftur, snúgva seg um, at fólk vilja vita, um vit nú sleppa at ferðast og hittast til stór tiltøk so sum festivalar og Ólavsøku í summar. 

– Fokusið hjá okkum er, at vit vilja redda mannalív, men fokusið í samfelagum er nakað heilt annað, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, við Kringvarpið í kvøld.

 – Nú gera vit eina roynd upp á, at fáa samfelagshjólini at mala, uttan at smittan spjaðir seg. Vit lata tí dagstovnar og 1.-3- flokk upp aftur, so foreldrini sleppa aftur til arbeiðis, sigur løgmaður. 

Hann greiddi víðari frá, at hann skilur væl, at foreldur eru óttafull og ivast í, um tey eiga at senda børn síni á stovn ella í skúla eftir 20. apríl. Tað er ikki eitt krav, at hesi børnini verða send á stovn ella í skúla. Tey foreldrini, sum ynskja tað og hava møguleika til tað, kunnu hava børnini heima.

Tó so segði Jan Mortensen, lønarstjóri í  Fíggjarmálaráðnum, í somu sending, at tað ikki er ein haldgóðu grundgeving ikki at møta til arbeiðis, tí at tú ikki hevur ansing ella ikki torir at senda børnini á stovn ella í skúla.  

– Eg haldi, at arbeiðsgevari og arbeiðstakari hava forstáðilsi fyri hvørjum øðrum øðrum. Hetta er ein serlig tíð vit liva í, og tí gangi eg út frá at man hevur forstáðilsi bæði á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum, segði løgmaður síðani. 

– Vit koma at uppliva eina tíð fyri, við og eftir korona, sigur hann.