Løgmaður farin úr seks nevndum

Fleiri broytingar eru at síggja í vinnuskránni hesa vikuna

Nógv virksemi var í síðstu viku skrásett í vinnuskránni. Nevnast kann millum annað, at fimm nýggja partafeløg og tvey íverksetarafeløg vórðu sett á stovn, meðan ferðaskrivstovan WeTravel endaliga er avtikin.

Eisini eru fleiri broytingar skrásettar í nevndunum í ymisku vinnufyritøkum og har er tað serliga eitt navn, ið gongur aftur í fleiri nevndum. Tað er Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, ið er farin úr fleiri nevndum í farnu viku.

Í fýra førum er Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, farin frá sum nevndarformaður. Tað er í partafelagnum Skemman, smápartafelagnum ASPO, smápartafelagnum Kvettið og smápartafelagnum 55555.

Harumframt hevur hann lagt tveir nevndarsessir frá sær. Tað er í partafelagnum SMI Stóratjørn, har hann eisini hevur lagt frá sær sum stjóri, og í partafelagnum Jákup á Dul.

Samstundis sum Bárður á Steig Nielsen hevur lagt sessirnar frá sær í p/f Skemmuni, sp/f ASPO, sp/f Kvettinum, sp/f 55555 og p/f Jákup á Dul er Ása Eyvør á Dul Jacobsen eisini farin úr nevndunum.

Í hesum fimm nevndunum hava Tórarinn Ingi Ólafsson og Anfinn Vitalis Hansen tikið við eftir teimum, og er Anfinn Vitalis Hansen nú nevndarformaður í øllum fimm feløgum.

Allar broytingarnar síggjast við at trýsta á her.