Løgmaður: Nøvn á pedofilum skulu ikki almannakunngerast

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, heldur, at tað er at fara ov langt

Tað eru ongar ætlanir um at broyta reglurnar, soleiðis at nøvn á pedofilum, verða almannakunngjørd, og tað eru heldur ongar ætlanir um at taka passini frá teimum, soleiðis at tey ikki kunnu ferðast í onnur lond at gera seg inn á børn.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Jaspur Langaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hann um nøkur ætlan er um at herða revsingina í Føroyum fyri kynsligan ágang ímóti børnum.

Eitt nú nevnir hann møguleikan at almannakunngera nøvn á teimum, sum verða dømd fyri pedofili, og hann nevnir eisini møguleikan at taka passið frá teimum, so at tey ikki kunnu ferðast í onnur lond at gera seg inn á børn.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at ongar ætlanir eru um at fara undir hetta slagið av revsing, sum Jaspur Langaard leggur upp til.

– At almannakunngera nøvn á lógbrótarum, ella at taka passið frá teimum, eru sera víðfevnd inntriv, sum altíð skulu nýtast við størsta varsemi, sigur løgmaður.

Hann heldur eisini, at tað er ivingarsamt um slík inntriv eru innanfyri teir karmar, sum føroysk lóggáva eigur at liggja innanfyri, eitt nú mannarættindasáttmálan hjá Evropa.

– Eitt endamál við revsing er, at gerningsmaðurin skal ikki endurtaka tey somu brotini. Revsingin skal tí vera effektiv, men samstundis standa mát við lógarbrotið, sigur løgmaður.

At almannakunngera nøvn á pedofilum hevur ta avleiðing, at tað verður ómøguligt hjá teimum at koma víðari í lívinum. Tvørtur ímóti fara tey at vera fastløst í eini støðu, har tað nettupp er stórur vandi fyri, at brotsverkið verður endurtikið, er niðurstøðan hjá løgmanni.

Hann leggur afturat, at longu í dag ber til at geva fólki, sum eru dømd fyri kynsligan ágang ímóti børnum, tilhaldsforboð ella vitjanarforboð.

Tað merkir, at tað ber til at geva einum persóni forboð fyri at hava samband við ein annan persón, bæði fysiskt, munnliga ella skrivliga ella á nakran annan hátt.

Eisini kann persónurin fáa forboð fyri at vera á einum øki, ella at ferðast á ávísum øki, eitt nú nærhendis har eitt offur býr.

Tað ber eisini til at burturvísa fólk úr heiminum og tað ber somuleiðis til at seta einum dømdum forboð fyri at vera har børn undir 18 ár eru, eisini í privathúsum, ella at fáa vitjan av ungum undir 18 ár.

Og í spurninginum um at taka pass frá fólki, sigur løgmaður, at tað ber til at døma fólk í Føroyum fyri kynsligan ágang ímóti børnum, hóast brotsverkið er framt í øðrum landi.

– At taka passið frá pedofilum, er eitt sera víðfevnt inntriv fyri tann einstaka, men tað forðar ikki á nakran hátt fyri, at viðkomandi ger seg inn á børn, sigur løgmaður.

Samanum tikið heldur hann, at møguleikarnar fyri at revsa pedofil í Føroyum, eru nøktandi.