Løgmaður setir kanning í verk

Leitar verður nú eftir advokati at kanna um Rigmor Dam, landsstýriskvinna, breyt lógina um ábyrgd landsstýrismanna í samband við Glasir

Landsstýrismálanevndin avgjørdi á fundi í dag ikki at taka málið um Rigmor Dam og Glaisr upp.

 

Tí hevur løgmaður avgjørt at seta eina advokatkanning í verk.

Hann sigur:

– Advokatkanning sett í verk um lóg um ábyrgd landsstýrismanna er brotin í sambandi við málið um Glasir. Ætlanin er at finna ein skikkaðan advokat at standa fyri kanningini. Arbeiðssetningurin er orðaður, og væntandi tekur tað eina til tvær vikur at fáa greiðu á, hvør advokatur fer at gera kanningina.