Løgmaður: Summi av tilmælunum koma at halda áfram

Tí hóast vit í løtuni hava góð tøl at vísa á, og smittuspjaðingin er á lágum støði í løtuni, so skulu vit ikki geva leyst ov tíðliga, so talið fer upp aftur,

Ætlanin hevur alla tíðina verið, at myndugleikarnir fyri Páskir skulu melda út , hvørjar avmarkingar framhaldandi vera í føroyska samfelagnum. Hetta verður kunnað um á tíðindafundi í morgun klokkan 10. 

– Summi av tilmælunum, sum vit hava givið koma at halda áfram, tí hóast vit í løtuni hava góð tøl at vísa á, og smittuspjaðingin er á lágum støði í løtuni, so skulu vit ikki geva leyst ov tíðliga, so talið fer upp aftur, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, við FM1. 

Á tíðindafundinum verður kunnað um, hvat nú skal broytast í átøkunum í at minka um koronasmittuna í føroyska samfelagnum og um tað verður beint eftir ella nakað eftir Páskir. 

– Á tíðindafundinum boða vit frá, hvat vit halda er ráðiligt at gera, soleiðis at vit framhaldandi hava kontroll á smittuspjaðingini, sigur hann.

– Sum samfelag mugu vit tó alla tíðina hugsa gjølla um, hvussu niðurbundin vit skulu vera, og nær tíðin er búgvin til at lata partar upp aftur, sigur løgmaður.

– Samfelagsfunktiónirnar skulu hava so lítla ávirkan á borgaran og samfelagið, sum gjørligt, og vit vilja alla tíðina taka atlit, so vit ikki seta heilsuverkið undir trýst, so tað bukkar undir. Tað er tað heilsuliga og tað samfelagssliga, sum skal vera í eini javnvág, so vit ikki taka avgerðir, sum vit seinni koma at angra, sigur løgmaður, Bárður á Steig Nielsen.

In.fo fylgir tíðindafundinum