Nýggj skrá fyri G! í dag

Avlýsingar í gjárkvøldið hava við sær, at skráin fyri G! festivalinum í dag er broytt

Seint í gjárkvøldið órógvaði sjógvur á sandinum í Syðrugøtu. Seinastu konsertirnar, sum skuldu verða á sandinum, vórðu avlýstar ella fluttar.

Hetta merkir, at G! festivalurin hevur gjørt nýgga skrá fyri dagin í dag.

Millum annað er pláss funnið fyri Eivør Pálsdóttir á sandinum – hennara konsert varð avlýst í gjárkvøldið.

Omanfyri sæst nýggja skráin fyri hendan seinasta G! dagin í ár.