Løgreglan ávarar fólk um ódnarveður

Løgreglan hevur eina áheitan á fólk, nú hann sigur frá ringum veðri

Tað verður rættiligt illveður um vikuskiftið og eitt skiftið verður tað ódn í hvirlunum. Tí heitir løgreglan á fólk um alt landið at kanna eftir, at einki liggur rundan um húsini, sum kann verða tikið av vindi og elva til skaða av ymsum slagi.

Samstundis heitir løgreglan á bilførarar um at vera ansnir og at koyra eftir umstøðunum.

Tað verður sum dagurin í dag líður, at veðrið fer at versna og serliga nakað eftir náttúrðatíð í kvøld brestur hann á av álvara við stormi av útsynningi og hvirlum upp í væl yvir 30 metrar um sekundið. Tað ringa veðrið stendur við í alla nátt, og allan fyrrapartin í morgin, men eftir døgverða í morgin hæsar hann av aftur.