Løgreglan fann níggju spor av Sprox-skóm

Norska løgreglan heldur, at spor frá Sprox-skóm, sum tey funnu í heiminum í Lørenskog, hava ein leiklut í drápsmálinum um norsku ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen.

 

 

Norska løgreglan hevur brúkt nógva tíð og orku upp á at finna út av, hvør hevur verið í heiminum í Lørenskog í einum Sprox-skóm. Eftir at ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, var horvin hin 31. oktober í 2018, fann kriminalløgreglan sambært VG níggju spor av einum Sprox-skógvum nummar 45.

Undir kanningum í heiminum hevur løgreglan annars tryggjað og eyðmerkt eina røð av sporum í fyrstu hædd í heiminum í Lørenskog, har hjúnini, Anne-Elisabeth og Tom Hagen hava búð gjøgnum mong ár.

Men, tað eru serliga tey eini sporini, sum vekja áhuga, tí her hevur løgreglan enn ikki funnið út av, hvør eigur skógvarnar og soleiðis eisini sporini. Sambært løgregluni vísa sporini gongd inn og út úr húsinum, har løgreglan heldur, at onkur hevur beint fyri Anne-Elisabeth Hagen.

Higartil hevur løgreglan ikki viljað sagt, hvussu mong spor frá júst hesum skógvum, tey hava funnið í húsinum. Kortini hevur løgreglan sagt, at sporini eru sett á ein slíkan hátt, at tey eftir teirra tykki eru ógvuliga viðkomandi í kanningararbeiðnum.

VG sigur seg nú fyri fyrstu ferð kunna fortelja sínum lesarum, at løgreglan hevur funnið tilsamans níggju spor av nevndu Sprox-skóm. Løgregluadvokaturin, Haris Hrenovica, sigur seg við atliti at kanningararbeiðnum ikki vilja gera viðmerkingar til prógv ella spor á staðnum.

Maður, Anne-Elisabeth Hagen, miljarderurin, Tom Hagen, er skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp av konu síni. Hann sat í varðhaldi í níggju dagar, til lagmannsrætturin gjørdi av eftir kæru frá miljarderinum gjørdi av, at maðurin skuldi leyslatast.

Tveir av trimum dómarum í rættinum hildu, at tað er meira hugsandi, at Tom Hagen er ósekur - enn er sekur. Løgreglan royndi eisini málið í hægstarætti, men rætturin staðfesti avgerðina hjá lagmannsrættinum um at leyslata miljarderin.

Tá løgreglan síðan ætlaði at handtaka Tom Hagen aftur, setti ríkisadvokaturin seg upp í móti hesum og vísti á, at tað er neyðugt at virða rættarskipanina í landinum - eina rættarskipað, sum nú hevur talað.

Lagmannsrætturin helt ikki, at løgreglan hevur nóg góð prógv í málinum til, at Tom Hagen eigur at sita varðhaldsfongslaður.

Tað eru fleiri handlar í Noregi, sum selja Sprox-skógvar, og hóast løgreglan hevur leitað dúgliga eftir keyparum av slíkum skóm og hevur heitt á fólk, sum eiga slíkar skógvar, um at siga frá, hevur tað enn ikki eydnast at finna út av, hvør hevur verið í heiminum í Lørenskog í einum Sprox-skóm nummar 45 hin 31. oktober í 2018.

Her síggjast spor av Sprox-skógvi, sum løgreglan hevur funnið í heiminum í Lørenskog.