Løgreglan fann strips heima hjá Hagen

Norska løgreglan kannar, um strips, sum er funnið heima hjá Anne-Elisabeth Hagen, kann vera brúkt undir møguligu burturflytingini av ríkmanskonuni.

 

 

- Eg kann vátta upplýsingarnar um, at strips er funnið í heiminum hjá Anne-Elisabeth Hagen og manni hennara, Tom Hagen. Eg kann eisini vátta, at aðrir persónligir ognarlutir hjá Anne-Elisabeth Hagen eru funnir í heiminum.

Tað sigur kanningarleiðarin, Tommy Brøske, við NRK í dag.

Hann heldur, at persónligu ognarlutirnir kunnu hava týdning í málinum. Sambært norskum miðlum í dag verður sagt, at bæði strips og ognarlutir eru funnir í baðirúminum, har løgreglan metir, at Anne-Elisabeth Hagen var, tá onkur gjørdi seg inn á hana.

Sambært Tommy Brøske heldur løgreglan seg vita, hvar stripsið er keypt.

- Vit meta strips og persónligu ognarlutirnar sum møgulig "situatiónsspor". Hann sigur, at ein røð av kanningum eru gjørdar, sum skulu siga, hvar stripsið kann verða keypt, og orsøkir eru til at halda, at tað er ketan Biltema, sum hevur selt.

Sambært NRK verður orðið "situatiónsspor" brúkt, tá talan er um spor, ið kunnu vera við til at geva eina mynd av tí, sum farið er fram. Her er soleiðis talan um størri og smærri tekin upp á eitt hvørt óvanligt.

Talan kann soleiðis vera um møblar ella annað, ið ikki stendur, sum tað plagar at standa ella liggja, og NRK hevur áður fingið upplýst, at slík spor eru funnin í baðirúminum í heiminum hjá ríkmanshjúnunum í Lørenskog.

Tommy Brøske, kanningarleiðari, upplýsir, at høvuðsástøðið í málinum framvegis stendur við. - Vit hava áður havt tvey ymisk ástøði. Ástøðið um dráp stendur framvegis við, men vit útiloka ikki, at talan kann vera um rán við fíggjarligum endamáli sigur hann.