Løgreglan farin at taka nummarpláur av bilum

Aftur í morgun eru tað nkarir bilførarar, sum ikki sluppu avstað við bili

 

 

Fríggjadagin fekk løgreglan ein lista frá akstovuni við nøvnunum á 592 bileigarum á. Her er talan um bilførarar, sum ikki hava golvið vegskatt fyri seinna hálvár í ár og tískil vil Akstovan hava løgregluna at taka nummarpláturnar av bilunum hjá teimum. Og tað er eitt arbeiðið, løgreglan longu er farin í holt við.

Hevur bileigarin ikki eina kvittan fyri, at vegskatturin er goldin, tá ið løgreglan kemur at kanna bilin, er eingin bøn, tí so verða nummarpláturnar tiknar.

Eina náttina nú um vikuskiftið varð løgreglan á ferð og tá vórðu pláturnar tiknar av fleiri bilum. Og aftur í morgun eru tað nakrir bilførarar, sum ikki sluppu í bilin, tí nummarpláturnar eru tiknar í nátt.

Løgreglan sigur, at í nátt hava tey tikið pláturnar av 10 bilum, og soleiðis halda tey fram at arbeiða seg ígjøgnum listan frá Akstovuni, til tey hava slætt borð.