Løgreglan fer at kunna um Hagen-málið

- Tað arbeiðið, sum nú skal gerast, er ógvuliga viðkomandi fyri eina møguliga uppkláring av málinum, sigur Tommy Brøske, kanningarleiðari.

 

Hjúnini í Lørenskog, Anne-Elisabeth og miljarderurin, Tom Hagen.

Hjúnini í Lørenskog, Anne-Elisabeth og miljarderurin, Tom Hagen.

 

Norska løgreglan sigur, at tey í heyst fara at kunna neyvari um burturblívingina av norsku ríkmanskonunu, 69 ára gomlu, Anne-Elisabeth Hagen, sum skjótt hevur verið burtur í tíggju mánaðir.

Tey siga, at tað, sum nú liggur fyri framman, er, at eyðmerkja ókendar bilar og ferðslu í Lørenskog og persónar, sum hava verið á staðnum um tað mundið hin 31. oktober í fjør, tá konan knappliga hvarv úr heimi sínum.

Hóast kanningararbeiðið higartil ikki hevur staðfest, hvat er hent ríkmanskonuni, heldur løgreglan, at enn eru møguleikar at uppklára málið.

- Tað arbeiðið, sum nú skal gerast, er ógvuliga viðkomandi fyri eina møguliga uppkláring, men eg kann ikki siga ítøkiliga, hvat hetta arbeiðið fevnir um, sigur kanningaleiðarin, Tommy Brøske.

Hann leggur aftrat, at løgreglan í heyst fer at hava brúk fyri kunna almenningin nærri um tað arbeiðið, sum nú er í gongd.

Hóast maður Anne-Elisabeth Hagen, miljarderurin Tom Hagen, í juli rindaði stívliga 10 miljónir norskar krónur fyri at fáa eitt lívstekin frá konu síni, heldur norska løgreglan framvegis, at konan helst er dripin.

Advokaturin hjá Hagen-familjuni kunnaði herfyri almenningin um, at familjan aftur hevði hoyrt frá sonevnda mótpartinum, og at tey høvdu fingið lyfti um, at Anne-Elisabeth Hagen er á lív.

Men, framvegis er norsks løgreglan rættiliga ivingarsom.

Orsøkin til ivan er í fyrsta lagi, at mótparturin higartil enn ikki hevur prógvað, at ríkmanskonan er á lívi, og løgreglan byggir eisini sítt ástøðið á tær kanningar, sum higartil eru gjørdar í málinum.

- Vit vilja gjarna upplýsa meira um málið, men hetta snýr seg eisini um ”timing”, og at upplýsingar kunnu skaða framhaldandi kanningararbeiðið, sigur Tommy Brøske, sum kortini leggur dent á, at tey fara at kunna almenningin neyvari í næstum.

 

 

Hjúnini í Lørenskog, Anne-Elisabeth og miljarderurin, Tom Hagen.