Løgreglan heldur at hjálpin var grýluspæl

- Tað er órættvíst, at Tom Hagen verður lagdur undir villleiðing, tá løgreglan sjálv hevur heitt á hann um at koma við tippum, siga vinfólk hjá Tom Hagen.

Vinfólk hjá Tom Hagen halda, at løgreglan má hava misskilt hansara persónligheit.

Vinfólk hjá Tom Hagen halda, at løgreglan má hava misskilt hansara persónligheit.

 

Heilt, síðan Anne-Elisabeth Hagen hvarv, hevur maður hennara og miljarderurin, Tom Hagen, vent sær til løgregluna við ymiskum tippum um, hvat kann vera hent konu síni. Men, tað er eisini løgreglan, sum hevur heitt á hann um at koma við hugskotum um, hvat kann vera hent konuni. Løgreglan heldur kortini, at hjálpin hjá Tom Hagen hevur verið villleiðing - ella grýluspæl, sum tað eisini verður rópt. 

Í fleiri umførum hevur miljarderurin sent løgregluni ymisk tipp um, hvat hann heldur, og hann hevur eitt nú víst á, at brotsgerðin kann vera framd fyri at raka hann, persónliga og fíggjarliga. Tom Hagen hevur eisini sagt, at hann metir loysnina á gátuni um Anne-Elisabeth Hagen kunna finnast í nærumhvørvinum. 

Norska løgreglan heldur, at íkastið, sum miljarderurin hevur givið, er "týðilig" og "tilætlað" villleiðing. Í byrjanini av kanningararbeiðnum var hann til tær avhoyringar, sum løgreglan ynskti, og hann gav løgregluni loyvi at kanna húsini hjá hjúnunum í Lørenskog, har løgreglan seinni hevur mett, at Anne-Elisabeth Hagen er dripin. Tom Hagen læt eisini løgregluna kanna bilar, smáttu og sínar egnu skrivstovur í royndini at loysa málið.

Eisini vildi miljarderurin, at løgreglan avlurtaði hansara egnu telefon. Løgreglan bað Tom Hagen lata frætta, um okkurt var øðrvísi, enn tað plagdi, og løgreglan bjóðaði honum eisini at koma við sínum íkasti til kanningararbeiðið í royndini at loysa gátuna um konuna. Heilt, til hann varð handtikin og sjálvur skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp hin 28. apríl í ár, er hann komin til løgregluna við ymiskum hugskotum.

Norska Dagbladet sigur seg vita, at fleiri av tippunum hjá Tom Hagen snúgva seg um ítøkilig ástøði um, hvat kann vera hent, og onkur tipp hava eisini peikað á møguligar brotsmenn í málinum. Heimasíðan veit at siga, at nøkur av tippunum hava verið merkt av ymiskum ímyndingum, og onnur hava verið merkt av ítøkiligum kriminellum brotsgerðum, sum áður eru framdar í Lørenskog-økinum.

Soleiðis, sum Dagblaðið skilir, er Tom Hagen farin gjølliga til verka, og hann hevur eitt nú brúkt nógva tíð upp á at granska og endavenda sínari egnu fortíð í royndini at finna fram til ting, sum kundu hugsast at hjálpa løgregluni í sínum kanningararbeiði. Tey, sum kenna Tom Hagen, siga, at hann hevur gjørt nógv burtur úr at finna fram til, hvat kann vera hent konu síni feigdardagin hin 31. oktober í 2018.

Men, soleiðis sum Dagbladet skilir løgregluna í dag, meta tey, at tað, sum Tom Hagen hevur viðvirkað til í málinum, er bevíst villleiðing, og alt hevur verið ein partur av hansara grýluspæli. Løgreglan heldur nú, at endamálið hjá miljarderinum hevur verið at leiða løgregluna inn á skeiv og villleiðandi spor í málinum, soleiðis at uppmerksemi ikki varð vent ímóti honum sjálvum.

Løgreglan sigur seg eisini hava upplivað Tom Hagen sum tvøran og ikki serliga vælviljaðan í avhoyringum og samskifti, og hetta er sambært Dagbladet eisini ein partur av illgrunanum, sum løgreglan nú hevur um miljarderin. Men, hetta skilja ikki tey, sum standa Tom Hagen nær, og tey halda, at løgreglan má hava misskilt hansara persónligheit.

- Vit halda tað vera ógvuliga órættvíst, at Tom Hagen verður lagdur undir villleiðing, tá løgreglan sjálv hevur heitt á hann um at koma við tippum um, hvat kann vera hent konu hansara, Anne-Elisabeth Hagen, siga vinfólk hjá Tom Hagen við Dagbladet.

##med2##

Vinfólk hjá Tom Hagen halda, at løgreglan má hava misskilt hansara persónligheit.

Seinasta lívstekin til Anne-Elisabeth Hagen var hin 31. oktober í 2018.