Løgreglan hevur havt nógv at gera

Parkeringsóskil full fólk, ein burturvilstur svanur og nógvir sjúkrabilar er nakað av tí, løgreglan hevur fingið hesar seinastu tímarnar at ganga vi

Hesar seinastu tímarnar hevur løgreglan havt mangt og hvat at gera, og tað hevur ikki bøtt um støðuna, at tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum ymsastaðni í nátt.

Í gjár mátti løgreglan tvær ferðir í býin í Havn at greiða fløkjuna, tí at bilførarar høvdu parkera bilar so ófantaliga, at teir vóru til fortreð hjá vanligu ferðsluni. Fyrru verð var við høllina á Hálsi og aðru ferð var á Íslandsvegnum, men løgreglan fekk fatur á bileigarunum so at teir kundu seta bilarnar ordiliga frá sær.

Annars hevur løgreglan havt nógv at gera av fullum fólkum. Ein maður var so ólátaður á einum skeinkistaði í Havn at starvsfólki føldi seg noydd at senda boð eftir løgregluni.

Tá ið løgreglan kom á staðið, sissaðist hann, men hann var so burturvístur av skeinkistaðnum.

Løgreglan fekk eisini boð um, at vandi var fyri bardaga í miðbýnum í nátt. Ein maður var fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar, tí hann var sligin, og vitni, sum høvdu sæð tilburðin vistu at siga fyri løgregluni, hvør gerningsmaðurin var.

Hann varð tikin við á støðina, men noktaði blankt - tó so, tá ið hann varð sendur heim í morgun, viðgekk hann, at hevði verið so ólátaður at hann hevði brotið politiviðtøkurnar.

Tíðliga í morgin kom løgreglan eisini fram á ein ferðamann, sum var so dýrandi fullur, at hann dugdi ikki at siga, hvar hann gisti.

Men hann mintist at tað var eitt langt hotell við grasi á takinum, so hann var koyrdur niðan á Hotell Føroyar.

Annars hevur løgreglan sent nógvar sjúkrabilar eftir fólki, sum vóru dottin og høvdu fingið mein, sum høvdu skorið seg, og so víðari.

Av teimum meiri sjáldsomu uppgávunum var, at tey fingu boð um, at ein svanur var vilstur inn í túni í heimum húsum, men Djóraverndarfelagið fekk boð um tað, og tey tóku tey sær av tí.