Løgreglan hevur skyldu at meta um skilið á festivalinum

- Um okkurt fer fram, sum er brot á politiviðtøkurnar ella revsilógina, so boða tey okkum frá, og so taka vit yvir, sigur vakthavandi

Tá talan er um stór tiltøk sum G! festivalin úttalar løgreglan seg ikki um taktiskar ætlanirnar í teirra arbeiði. Tey nevna eitt nú ikki nakað tal um, hvussu nógv løgreglufólk tey hava á vakt.

Men annars eru tað fyriskipararnir, ið hava høvuðsábyrgdina av trygdini á festivalinum. Tey skulu syrgja fyri, at teirra tilbúgving er før fyri at taka sær av tí, sum hendir inni á økinum við eitt nú at hava nokk av vaktum og samarittum.

- Tað er ikki meiningin, at løgreglan skal vera vaktfólk á festivalinum, tað hava tey fólk til. Men mann kann saktans síggja okkum har inni kortini, sigur vakthavandi hjá løgregluni.

- Um okkurt fer fram, sum er brot á politiviðtøkurnar ella revsilógina, so boða tey okkum frá, og so taka vit yvir.

Har eru eisini mannagongdir fyri, hvussu handtøka skal fara fram. 

- Um viðkomandi er so mikið friðarligur, at vaktirnir kunnu føra persónin út til løgregluna, so ger mann tað. Um ikki, so koma vit eftir viðkomandi, sigur vakthavandi og vísir á, at løgreglan sjálvsagt er eyka uppmerksom hetta vikuskiftið.

- Festivalurin er eitt alment tiltak. Tí hevur løgreglan skyldu til at regluliga meta um, hvussu skilið er, og hvussu tað gongur fyri seg. Tað gera vit í samráð við tey, sum skipa fyri.

Hann samanber tað við eitt fríggja- ella leygarkvøld, har nógv fólk eru í býnum.

- Har sum nógv full fólk eru, kemur tað onkuntíð til ilnar millum fólk. Tá noyðast vaktirnir at leggjast ímillum. Klára teir ikki at fáa tamarhald á støðuni, so ringja teir til okkum. 

- Eg haldi ikki, mann skal gera tað til meira enn tað er. Av og á eru nakrar uppgávur, men tað eru ikki nakrir serligir afturvendandi trupulleikar í mun til onnur stór tiltøk