Myndir: Privatar.

Løgreglan kúvend í Hagen-málinum

Teir báðir menninir, sum vakmyndatól staðfestu sama morgun, sum Anne-Elisabeth Hagen hvarv, eru nú ikki partur av kanningararbeiðnum í løtuni.

Myndir: Privatar.

 

Eftir í mánaðir at hava roynt at funnið út av, hví tveir menn, sum ongantíð hava givið seg til kennar í málinum um burturblivnu norsku ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen, vóru á leiðini beint við arbeiðsplássið hjá manni hennara, miljarderinum Tom Hagen, hevur norska løgreglan nú gjørt av at leggja hesar hendingar á hillina.

Vakmyndirnar eru júst frá tí morgni, tá Anne-Elisabeth Hagen hvarv.

Løgreglan hevur hildið, at menninir kunnu hava havt ein leiklut í tí, sum er hent Anne-Elisabeth Hagen. Hugsandi hevur verið, at menninir kanska hildu vakt við arbeiðsplássið hjá Tom Hagen, meðan onkur annar rændi konuna í felags heiminum hjá teimum í Lørenskog.

Tá miljarderurin kom heim nakað eftir klokkan 13 henda dagin, var konan horvin, og sagt hevur verið, at í heiminum lá eitt krav um loysigjald á níggju miljónir evrur. Í brævinum var eisini ein hóttan um, at fór familjan til løgregluna við málinum, kundi tað koma at kosta Anne-Elisabeth Hagen lívið.

Alt hetta hendi hin 31. oktober í fjør, og síðan henda dag hava eingi lívstekin - hvørki á ein ella annan hátt - verið til ríkmanskonuna, men samband var av og á við hugsandi ránararnar til einaferð tíðliga í hesum árinum.

Men, síðan hevur alt verið púrasta kvirt, og løgreglan hevur heldur ikki havt tað stóra at siga í málinum - annað enn, at nógv orka framvegis verður brúkt upp á burturblívingina, og neyðugt hevur eisini verið at biðja avvarðandi myndugleikar um størri játtan til hetta ávísa løgregluøkið í Noregi.

Tommy Brøske, kanningarleiðari, sigur við norsku heimasíðuna VG, at hóast tey hava brúkt nógva orku upp á hesar báðar menninar, sum eru sæddir á vakmyndatóli um morgunin hin 31. oktober í fjør, so hava eingi framstig verið í so máta, og løgreglan veit framvegis ikki, hvørjir menninir eru.

- Løgreglan heldur tað nú vera minni hugsandi, at hesir báðir menninir hava nakran leiklut í, at Anne-Elisabeth Hagen hvarv. Okkara heildarmeting sigur, at vit eiga at síggja burtur frá hesum monnum, hóast teir ongantíð hava givið seg til kennar - og ei heldur eru eyðmerktir, sigur kanningarleiðarin.

Hann leggur tó aftrat, at løgreglan vil ikki siga, hví tey nú eru kúvend í spurninginum um hesar báðar menninar. Eygleiðarar hava nevnt, at ein orsøk til, at menninir ongantíð hava givið seg til kennar, eitt nú kann vera, at teir eru útlendingar, sum bara hava verið í Noregi og ferðast og av tilvild hava verið um hesar leiðir um morgunin hin 31. oktober í fjør.

- Tú kanst ongantíð vera hundrað prosent vísur í, at menninir einki hava verið Hagen-málið at gera, men í løtuni halda vit tað vera rætt at leggja henda partin av málinum á hillina, sigur Tommy Brøske. Hann leggur tó aftrat, at løgreglan sjálvsagt framvegis hevur áhuga í at hoyra monnunum á vakmyndunum.

VG hevur eisini vent sær til advokatin hjá Hagen-familjuni, Svein Holden, um tað, sum nú er hent, men hann ynskir ikki at gera viðmerkingar til málið.

Tá Tommy Brøske verður spurdur, hvat status er í uppkláringarmálinum í løtuni, sigur kanningarleiðarin, at kanningarnar higartil ikki hava ført á mál, og nú er løgreglan tískil farin djúpri í kanningararbeiðnum fyri møguliga at finna svarið upp á, hvat er hent Anne-Elisabeth Hagen.

Tá VG spyr, um høvuðshypotesan, at Anne-Elisabeth Hagen er rænd, nú er styrkt ella viknað, sigur kanningarleiðarin, at løgreglan framvegis kannar málið á breiðum grundarlagi, og framvegis er høvuðssjónarmiðið, at ríkmanskonan er rænd.

Hvussu metir Tommy Brøske so útlitini nú vera fyri, at málið um hvørvingina verður uppklárað? - Vit stíla framvegis eftir, at vit skulu megna at loysa málið, men vit síggja í eyguni, at hetta fer at taka tíð. Haraftrat liggur tað í slíkum kanningararbeiði, at mál kunnu fáa eina skjóta vend, um løgreglan fær týdningarmiklar upplýsingar, sigur hann við VG.

 

 

Myndir: Privatar.