Løgreglan lagt hald á Hagen-húsini

Norska løgreglan táttar nú takið um sethúsaognina hjá norska miljarderinum, Tom Hagen, sum er skuldsettur fyri dráp.

 

Norska løgreglan vil ikki lova miljarderinum, Tom Hagen, í hús síni aftur fyribils.

Norska løgreglan vil ikki lova miljarderinum, Tom Hagen, í hús síni aftur fyribils.

 

Í tríggjar mánaðir hevur løgreglan sýtt miljarderinum, Tom Hagen, at flyta heim aftur í egnu hús síni. Orsøkin er, at løgreglan metir, at tað er her, at kona hansara, Anne-Elisabeth Hagen, er dripin, og at tað er Tom Hagen, sum stendur aftan fyri drápið - ella, at tað er hann, sum hevur viðvirkað til drápið av konu síni.

Nú hevur løgreglan so eisini boðað verja hansara, Svein Holden, frá, at tey hava lagt hald á húsini. Enn einaferð kemur málið fyri í rættinum, men rætturin hevur áður givið løgregluni viðhald í, at løgreglan eigur at sleppa at gera allar neyðugar kanningar á ognini.

Løgreglan metir, at sethúsini við Sloraveien 4 í Lørenskog eru eitt týdningarmikið prógv í kanningini av Tom Hagen. Tey halda eisini, at tað er rímilig orsøk til at halda, at Anna-Elisabeth Hagen er dripin í heiminum, og at tað er hjúnafelagin, sum stendur aftan fyri brotsgerðina móti konu síni.

Nú hevur løgreglan so lagt hald á sethúsaognina, sum tað verður rópt, og nú kann Tom Hagen ikki vænta sær at sleppa heim aftur til sín sjálvs fyribils. Í ringasta føri kann henda, at hann ikki sleppur heimaftur, fyrr enn ein avgerð er fallin í málinum ímóti honum, nú hann er skuldsettur fyri at hava beint fyri konu síni.

Avgerðin hjá løgregluni at leggja hald á húsini líkar ikki miljarderinum, sum sigur seg vera ósekan og sigur seg einki hava við lagnuna hjá konu síni at gera.

Verji hansara, Svein Holden, sigur við VG, at løgreglan hevur givið teimum boð um, at hald verður lagt á húsini í minsta lagi tríggjar mánaðir.

- Vit hava trupult við at síggja tað neyðuga í at læsa Tom Hagen úti úr húsunum í eitt hálvt ár, nú meira enn hálvt annað ár eftir, at Anne-Elisabeth Hagen hvarv. Vit hava tískil biðið løgregluna um at lata hesa avgerð standa sína roynd í rættinum, sigur Svein Holden.

##med2##

Løgregluovastin, Gjermund Hanssen, sigur við VG, at løgreglan metir tað neyðugt at gera fleiri kanningar í húsunum, tí hann heldur, at úrslitið av kanningunum kann hava týdning fyri at lýsa spurningin um, hvat tað var, sum hendi Anne-Elisabeth Hagen.

- Spurningurin um at leggja hald á sethúsaognina verður lagdur fyri tingrættin á vanligan hátt, skrivar Gjermund Hanssen í telduposti, sum hann hevur sent VG.

Verjin, Svein Holden, hevur áður sagt, at rannsakanin av sethúsaognini hjá Tom Hagen er ógyldug, eftir at miljarderurin varð leyslatin úr varðhaldinum. Men, verjin fekk ikki viðhald í rættinum, hvørki í tingrættinum, ei heldur í lagmannsrættinum, sum annars gjørdi av at leyslata miljarderin, tá ein meiriluti av dómarunum í rættinum hildu, at rímilig orsøk er ikki til at halda, at maðurin er sekur.

Ein granni við Sloraveien upplýsir yvirfyri VG, at í dag parkeraði ein sivilur løgreglubilur á ognini hjá Tom Hagen, og fleiri løgreglufólk fóru inn í bústaðin, har tey vóru í einar tveir tímar. Grannin veit eisini at siga, at lítið og einki virksemi hevur verið í húsunum hjá Tom Hagen seinastu nógvu vikurnar.

##med3##

Norska løgreglan vil ikki lova miljarderinum, Tom Hagen, í hús síni aftur fyribils.

Anne-Elisabeth Hagen, sum hvarv sporleyst hin 31. oktober í 2018.

Tom Hagen á ungum árum. Hann er ein dugnaligur forrætningsmaður.