Løgreglan sleppir skattamálinum hjá Eik

Løgreglan í Føroyum hevur í dag tikið avgerð um at steðga kanningararbeiðinum í sambandi við skattamálið hjá gamla Eik banka.

Tað boðaði løgreglan frá fyri lítlari løtu síðani.

Í boðunum stendur, at hevði kanningararbeiðið hildið fram, var metingin hjá ákæranum, at hetta hevði ikki ført til ákærur móti P/F Betri ella øðrum einstaklingum.

– Tað er umráðandi at undirstrika, at uppgávan hjá løgregluni og ákærumyndugleikanum er at klárleggja og meta, um grundarlag er fyri at føra eina revsirættarsak, og próvkrøvini til eina revsirættarsak eru høg, sigur Linda Margrethe Hesselberg, ákæri.

– Í hesari avgerðini er dentur lagdur á, at tað kann ikki staðfestast við teirri vissu, sum krevst í einari revsirættarsak, at P/F Betri hevur latið skeivar ella villeiðandi upplýsingar í sambandi við sjálvuppgávuna fyri 2011 ella í sambandi við tær báðar skattaásetingarnar í 2015 og 2017, sigur Linda Margrethe Hesselberg.

Víðari stendur, at ákærin metir ikki, at P/F Betri hevði ábyrgd av at boða skattamyndugleikunum frá, at fleiri skattarættligar metingar vóru frá føroyskum og donskum granskoðarafeløgum, og at støðan í hesum sambandi hevði verið rættiliga ógreið.

– Tað kann tí hava verið ógreitt fyri P/F Betri, hvussu bankin skuldi fyrihalda seg, sigur løgreglan.

Hesin ivin skal koma skuldsetta til góðar, sigur løgreglan, sum altso samanlagt ikki metir, at grundarlag er fyri at halda áfram við kanningararbeiðinum.

Lagt verður aftrat, at tað er ikki uppgávan hjá ákærumyndugleikanum at meta um, hvørt livað hevur verið upp til faklig og etisk krøv innan bankasektorin í málinum.