Løgreglan: Tað gekk fyrimyndarliga væl at góðkenna G! festivalin

Trygdin á festivalinum er eitt samstarv millum fyriskipararnar og løgregluna

 

Tá festivalar og onnur stór tiltøk verða hildin í Føroyum, er neyðugt við loyvi og góðkenning frá løgregluni.

Hetta er eisini galdandi fyri G! Festivalin, og løgreglan handaði loyvið til festivalin í dag. Loyvið verður givið út frá einum eftirlitstúri, har løgreglan gongur gjøgnum alt økið og hyggur eftir, um alt er, sum tað skal vera. Tað verður gjørt við einum átaksleiðara, sum hyggur eftir tí, sum er viðkomandi fyri brunatrygd. Umboð fyri samskipararnar á festivalinum eru eisini við til at svara spurningum, sum myndugleikarnir hava.  

- Tað gekk fyrimyndarliga, og har varð alt góðkent, sigur vakthavandi hjá løgregluni, sum var við at góðkenna festivalin.

- Festivalarnir sjálvir gera ein heilt ótrúliga stóran part av arbeiðnum, tí tað verður álagt teimum at gera eina trygdarætlan. Teir skulu millum annað syrgja fyri, at vit fáa koyrt, og at vit síggja, hvar broytingar frá gerandisdegnum eru gjørdar. Vit skulu eisini síggja væl á pallarnar, og síggja hvar vaktsentralurin og samarittarnir eru, greiðir vakthavandi frá. 

Annars hevur løgreglan onga fasta uppgávu á einum festivali. Útgangspunktið er, at inni á festivalinum eru tað fyriskipararnir, ið hava ábyrgdina við egnari tilbúgving.