Løgreglan tikið fleiri bilførarar í Sandoynni

Løgreglan hevur gjørt ferðslukanningar í Sandoynni

Hesar seinastu dagarnar hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at kanna ferðsluna kring landið. Og nú kom so tørnið eisini til sandoyingar.

Løgreglan sigur, at tey hava kannað nógvar bilar í Sandoynni og tað kom illa við hjá nógvum bilførarum.

Løgreglan sigur, at 31 bilførarar vórðu tiknir og fingu bót fyri ymisk lógarbrot. Talan er um uppslitin dekk, brostnar lyktir, umframt at bilførarar ikki høvdu koyrikortið uppi á sær, og annað.

Áður hevur løgreglan gjørt kanningar í Suðuroy og har fingu 56 bilførarar bót. Men afturfyri fingu bara sjey bilførarar bót, hendan dagin, ferðslan í Eysturoy, í Vágum og í Havn, varð kannað.