Løgreglan tikið yvir 50 suðuroyingar

Løgreglan hevur verið í Suðuroy og kanna ferðsluna

 

 

Hesar báðar seinastu dagarnar hevur løgreglan í Havn verið í Suðuroy við tí endamáli at kannaferðsluna.

Og tað var ikki til fánýtis, tí hesar báðar dagarnar hava tey skrivað ikki færri enn 56 bilførarar og prutlførarar í svørtubók.

Nógv tey flestu hava fingið bót, men summi hava eisini fingið klipp í koyrikortið afturat bótini.

Í hesum sambandi hevur løgreglan kannað ferðsluna á Tvøroyri og í Vági, bæði mitt á degi, og tíðliga um morgunin, tá ið fólk fara til arbeiðis, ella koyra børn í skúla og í dagstovnar.

Løgreglan sigur, at tað, bilførarar hava fingið bót fyri, eru at teir hava havt uppslitin dekk undir bilinum, at lyktir ikki hava lýst, at teir ikki hava havt koyrikortið uppi á sær og onkur er tikin á prutli, hóast viðkomandi ikki hevði koyrikort.

Men bilførarar hava eisini fingið bót fyri at tosa í hondhildnari fartelefon og fyri ikki at hava sitið í trygdarbelti.

Onkur fekk eisini klipp í koyrikortið afturat bótini fyri at hava børn í bilinum, uttan at tey sótu í trygdarbelti. Bótin fyri tað er 1.500 krónur, men yvirhøvur eru bøturnar 1.000 krónur, men onkrar bøtur eru 700 krónur. Bótin fyri at koyra við uppslitnum dekkum, er 1.000 krónur fyri hvørt dekkið.

Men ein bilførari kann ikki fáa meiri enn 2.000 krónur í bót fyri tey vanligu ferðslubrotini hóast talan er um fleiri viðurskifti, sum ikki eru eftir forskriftunum. Tá ið talan er um rúsdrekkakoyring, verða bøturnar roknaðar eftir inntøkuni, so tær kunnu vera nógv hægri.