Løgreglan tók koyrikortið frá ungum bilførarum

Tað verður ein dýr søga hjá fimm bilførarum, at løgreglan gjørdi ferðkanningar í nátt

Í nátt var løgreglan á ferð við lasaranum at máta, hvussu skjótt bilar koyrdu. Og tað varð ein dýr søga hjá fimm bilførarum, sum koyrdu alt ov skjótt.

Løgreglan gav seg til støðu Millum Fjarða, har tað er loyvt at koyra 80, men tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 101 og 110 kilometrar um tíman.

Ein triði bilførari misti koyrikortið treytað fyri at koyra ímillum 111 og 120 kilometrar um tíman. Tað merkir, at hann má taka koyrikortið av nýggjum áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, annars missur hann tað.

Men hjá tveimum ungum bilførarum verður hetta serliga dýrt. Hjá bilførarum, sum hava havt koyrikortið styttri enn trý ár, eru reglurnar serliga strangar.

Vanliga reglan er tann, at fær ein bilførari trý klipp í koyrikortið upp á trý ár, missur hann koyrikortið treytað. Men hjá bilførarum, sum hava havt koyrikortið í styttri enn trý ár, eru reglurnar strangari, tí fáa teir tvey klipp í koyrikortið, fáa teir koyriforboð.

Og tað var akkurát tað sum hendi hjá tveimum ungum bilførarum í nátt. Teir hava havt koyrikortið styttri enn trý ár, og hava longu fingið hvør sítt klipp í koyrikortið. Men í nátt vórðu teir so aftur tiknir fyri at koyra ávikavist 105 og 106 kilometrar um tíman, og sostatt fingu teir eitt klipp afturat.

Av tí, at hetta er annað klippið hjá teimum, fingu teir sostatt eisini koyriforboð. Tað merkir, at teir máttu lata politistunum koyrikortið á staðnum og teir sleppa ikki at koyra bil aftur, fyrrenn teir hava verið til roynd av nýggjum, bæði í teori og í koyring. Í hesum sambandi skulu teir taka minst sjey tímar í teori og átta koyritímar, áðrenn teir sleppa aftur til roynd, so hetta kostar teimum fleiri túsund í part.