Løgreglan veit helst meira enn tey siga

Kriminalserfrøðingur heldur, at so leingi, sum løgreglan einki hevur sagt, verður alt bara til gitingar, tí tað er trupult at tulka nýggjastu útsagnirnar í Hagen-málinum.

 

Anne-Elisabeth Hagen og maður hennara, miljarderurin, Tom Hagen.

Anne-Elisabeth Hagen og maður hennara, miljarderurin, Tom Hagen.

 

Kriminalserfrøðingurin, Johnny Brenna, sigur við norsku heimasíðuna VG, at løgreglan helst situr við sporum, tey ikki vilja fortelja um, nú tey hava gjørt av fyribils ikki at gera meira burtur úr monnunum, sum vóru við arbeiðsplássið hjá miljarderinum Tom Hagen tíðliga sama morgun, sum kona hansara, Anne-Elisabeth Hagen hvarv úr bústaðnum í Lørenskog.

Menninir, sum vakmyndatólið við arbeiðsplássið hjá Tom Hagen staðfesti henda morgunin, hava ongantíð givið seg til kennar, hóast vakmyndabrotini eru farin um tað mesta av heiminum. Nú hevur løgreglan gjørt av, at hesir báðir menninir fyribils ikki eru partur av kanningararbeiðnum í Hagen-málinum.

Kriminalserfrøðingurin heldur tað vera gott, at løgreglan nú sær burtur frá hesum báðum monnunum, sum eru á vakmyndunum, tí løgreglan hevur í fleiri mánaðir roynt at funnið út av, hvørjir hesir menninir eru.

Sambært nýggjastu útsagnunum hjá norsku løgregluni er ikki vist, at hesir menninir hava nakran týdning ella leiklut í tí kanningararbeiði, sum nú fer fram.

Men, hvat heldur kriminalserfrøðingurin um, at løgreglan nú hevur gjørt av fyribils at leggja hesar báðar menninar í hillina?

- Tað kann jú verða, at teir ikki koma víðari. Tey siga ikki, hví tey hava tikið hesa avgerð. Tað kann eisini vera, tí tey meta seg hava brúkt alla ta orku til hesar kanningar, sum tey yvirhøvur kunnu hugsa sær – og kortini ikki koma víðari við hesum.

Kriminalserfrøðingurin heldur, at tað, sum løgreglan nú hevur at halda seg til, er tey teknisku sporini. Hann heldur tað kortini vera áhugavert, at løgreglan nú fer aðrar vegir við málinum. 

Sjálvur heldur kriminalserfrøðingurin, at norska løgreglan helst hevur onnur spor í málinum – spor, sum tey einki vilja siga um í løtuni. Ein onnur orsøk kann vera, heldur hann, at løgreglan hevur fingið úrslit frá tekniskum kanningum.

Johnny Brenna heldur sambært VG, at so leingi, sum løgreglan einki hevur sagt, verður alt bara til gitingar, tí tað er trupult at tulka nýggjastu útsagnirnar hjá løgregluni í Hagen-málinum.

Anne-Elisabeth Hagen og maður hennara, miljarderurin, Tom Hagen.