Løgreglan:Høvdu fult tamarhald á Sea Shepherd

Arbeiðið hjá løgregluni gekk væl, nú SeaShepherd var í Føroyum

- Vit høvdu fult tamarhald á støðuni.

Tað sigur Peter Thaysen, sjefpolitiinspektørur, nú herferðin hjá SeaShepherd ímóti grindadrápi er endað á hesum sinni, og øll fólkini farin av landinum.

 

Hann sigur, at hendan næsta tíðin skal brúkast til at eftirmeta summarið og vitjanina hjá SeaShepherd og tað vera bæði løgregla og øll onnur, sum hava verið uppi í, við í hesi eftirmeting.

Tann eftirmetingin skal so vísa, um nakað skal gerast øðrvísi til eina aðru ferð.

Men Peter Thaysen sigur, at fyribils hann er væl nøgdur við leiklutin hjá løgregluni.

- Vit mettu um, hvat vit áttu at verða fyrireikað upp á og vit løgdu til rættis eftir tí. Og tað haldi eg, hevur hildið, sigur hann.

 

Les eisini: Føroyingar hava dugað væl við Sea Shepherd 

 

Hann vísir á, at brúk var fyri løgregluni tríggjar ferðir hesa tíðina, SeaShepherd var her.

Fyrstu ferð, tá ið ein grind varð rikin aftur til havs norðanfyri, aðru ferð í nógv umrødda grindadrápinum á Sandi, tá ið 14 fólk vórðu handtikin, og triðju ferð, tá ið løgreglan jagstraði ein skjóttgangandi bát hjá SeaShepherd á Tangafirði og í Nólsoyarfirði.

Allar tríggjar ferðirnar høvdu vit fult tamarhald á støðuni og sæð ígjøgnum okkara brillur, haldi eg, at tað var væleydnað, sigur sjefpolitiinspektørurin.

Hann staðfestir eisini, at nøkur av fólkunum, sum vórðu handtikin eftir grindadrápi á Sandi, vórðu víst av landinum og sleppa ikki aftur higar í eitt ár.

 

Hann sigur, at tað málið er kært, men fyribils sær tað út til, løgreglan hevur eitt gott grundstøðið at handfara mótmælisstøður sum hesar við grindareglugerðini og avgerðini hjá dómsvaldinum í teimum dómum, sum eru feldir.

- Okkara uppgáva er, at tryggja, at føroyingar kunnu drepa grind ótarnaðir og summarið hevur víst, at tað klára vit við teimum reglugerðum vit hava, teimum dómum, sum eru feldir, teirri útgerð og manning, vit hava og teirri mannagongdini, vit høvdu.

- Vit hava eisini víst, at vit hava verið rættiliga skjót á staðið, tá ið brúk var fyri tí, sigur Peter Thaysen.

- Men vit hava eisini fingið rættiliga góðar upplýsingar frá fólki og tað hevur verið ein stór hjálp í okkara arbeiði, leggur hann afturat.