– Løgtingið eigur at verða kallað saman í stundini

Sirið Stenberg heldur, at koronastøðan eigur at verða viðgjørd saman við andstøðuni

Fólk, sum fara í sóttarhald eftir tilmæli frá heilsumyndugleikunum, hava ikki rætt til dagpening vegna sjúku. Serskipanirnar í dagpeningalógini, sum vóru partur av hjálparpakka I, eru farnar úr gildi 30. juni 2020. 

Hetta er ikki í lagi, meinar Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi og fyrrverandi landsstýriskvinna í heilsumálum.

– Løgtingið eigur at verða kallað saman í stundini, sigur hon í dag.

– Vit í Tjóðveldi heita á landsstýrið um at fáa hesi viðurskifti í rætt lag alt fyri eitt, so arbeiðsfólk ikki standa á berum. Umframt hetta eigur koronastøðan sum heild at vera viðgjørd saman við andstøðuni, sigur Sirið Stenberg.

Skipanin, ið gevur arbeiðsgevarum á privata arbeiðsmarknaðinum, sum rinda løn til starvsfólk, ið ikki kunnu arbeiða orsaka av korona sjúku ella sóttarhaldi, rætt til at fáa lønarútreiðslur endurrindaðar, er somuleiðis farin úr gildi.