Løgtings- og fólkatingsval dag um dag

Vit kunnu rokna við at skula á tvey val, sum kunnu vera um sama mundið.

Hesir báðir fara skjótt at skriva út val. Tað kann gerast rættiliga tætt ímillum tey bæði valini

Hesir báðir fara skjótt at skriva út val. Tað kann gerast rættiliga tætt ímillum tey bæði valini

Eitt gott boð upp á eitt løgtingsval í Føroyum er leygardagin 25. mai.

Tað boðið er gott sæð í ljósinum av, at Magni Laksafoss, uttanflokkatingmaður, hevur biðið um at fáa málið »Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni« úr aftur rættarnevndini og beinleiðis til atkvøðugreiðslu í Løgtinginum. Tað er eftir øllum at døma tí, at málið eftir hansara tykki verður súltað í rættarnevndini.

Onkur avtala er millum Magna Laksafoss og samgonguna, sum bara hevur 16 tingfólk aftan fyri seg – men sum skilst er kinkur komin í hetta málið, sum m. a. snýr seg um at skilja sundur netpartin frá SEV. Tað er helst ikki semja um tað í samgonguni – og løgtinginum sum heild. Tí verður hildið, at málið fellur, kemur tað til atkvøðugreiðslu í Løgtinginum.

Og júst tað kann gerast orsøkin til, at Aksel V. Johannsen fer at skriva út løgtingsval. Tað er ikki vist, at tað verður gjørt mikudagin, tá tingfundur er. Tí málið hjá Magna Laksafoss verður neyvan avgjørt í Løgtinginum hendan dagin. Men tað kann hugsast, at avgerðin hjá løgmanni longu er tikin.

Skrivar hann valið út mikudagin, so skal valið haldast millum 22. og 29. mai. Tá hevði leygardagurin 25. mai verið eitt gott boð.

Tað sum so seinni kann henda er, at Lars Løkke Rasmussen skrivar út fólkatingsval at vera ein av døgunum 23. til 26. mai, tá danir kortini skulu á val til ES-tingið.

Tosað hevur verið um hósdagin 23. mai sum ein møguleika. Men tað kann eisini vera sunnudagin 26. mai. Tað er ikki vanligt, at fólkatingsval er sunnudag. Tað hevur tað ongantíð verið. Men tað kann vera sunnudag. Løgtingsval kann hinvegin ikki vera sunnudag.

Tí kann tað henda, at føroyingar skulu á val tveir dagar ár rað, leygardagin 25. mai á løgtingsval og sunnudagin 26. mai á fólkatingsval.

Freistin at skriva út fólkatingsval er ikki so knívskorin. Tað eitur 3-4 vikur, men tað verður næstan altíð gjørt við freist upp á tríggjar vikur, onkuntíð 20 dagar. Freistin at skriva út løgtingsval er frá 4 til 5 vikur.

Hesir báðir fara skjótt at skriva út val. Tað kann gerast rættiliga tætt ímillum tey bæði valini