Løkin Band til Danmarkar

Í dag fer næmingaorkestrið Løkin Band til Hjørring í Danmark á konsertferð. Í Løkin Band eru næmingar í 6., 7., og 9. flokki úr skúlanum við Løkin í Runavík.

 

Løkin Band skal spæla konsertir saman við einum skúlaorkestri í Horne Skole í Hjørring.

– Konsertirnar verða soleiðis, at vit spæla okkara sangir, tey spæla sínar sangir, og so spæla vit saman til endans, siga tey í Løkin Band.

Tey siga eisini, at tey skulu læra teir donsku næmingarnar ein føroyskan sang – ‘Sorgblídni’ hjá Signar í Homrum. Umframt skúlakonsertir í Hjørring skulu tey eisini spæla á stóra palli á Aalborg børnekarneval. Har er ein spennandi skrá við nógvum bólkum.

Runavík og Hjørring eru vinarbýir, og er henda ferðin liður í hesum vinarbýarsamstarvinum.