Kanska skrivar Løkke val út í dag

Skal fólkatingvalið haldast saman við valinum til ES-tingið 23. mai, so er seinasta freist hjá Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra, at skriva valið út í dag.

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri

Val til ES-tingið verður í teimum 28 ES londunum í døgunum 23. til 26. mai.

Freistin at skriva út fólkatingsval er ikki so neyv, sum til løgtingsval. Tá er freistin 4-5 vikur, sum vil siga 28-35 dagar frá tí, at valið verður skrivað út.

Í donsku fólkatingsvallógini stendur ikki, hvussu long tíð skal ganga, frá tí at valið verður skrivað út, til valið verður hildið. Hinvegin hevur lógin nakrar freistir í sambandi við fyrireiking og um hvussu fólkatingsvalið skal haldast, sum hevur við sær, at fólkatingsval ikki eigur at verða skrivað út við styttri freist enn 20 ella 21 dagar.

Tí kann Lars Løkke Rasmussen skriva valið út í dag, um hann ætlar at halda fólkatingsval og ES-val sama dag. Men hann hevur fýra møguleikar at velja í, tí ES-valið kann haldast 23., 24., 25. ella 26. mai. Hósdagur er vanligur fólkatingsvaldagur, tí eru ávís sannlíkindi fyri, at valið verður skrivað út í dag.

Ætlar Lars Løkke Rasmussen hinvegin, at valið fyrstu ferð í søguni skal haldast ein sunnudag, so kann hann skriva valið út mánadagin at verða sunnudagin 26. mai saman við valinum til ES-tingið.

Seinasta fólkatingsval var 18. juni í 2015. Eftir føroyskum valsiði skal valið tí haldast í seinasta lagið 18. juni. Men í Danmark verður sagt, at valið í seinasta lagi skal haldast 17. juni – trý ár og 364 dagar eftir seinasta val.

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri