Løkke heldur ólavsøku í Føroyum

Fyrrverandi danski forsætisráðharrin hevur bæði familjubond til Føroya og nú eisini vinnulig áhugamál í Føroyum

Sólrun og Lars Løkke Rasmussen á veg úr Havnar kirkju ólavsøkudag í 2017

Sólrun og Lars Løkke Rasmussen á veg úr Havnar kirkju ólavsøkudag í 2017

Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, hevur boðað frá, at hann fer at halda ólavsøku í Føroyum.

Á Facebook um dagarnar skrivar hann, at korona hevur fingið nógv í Danmark at broyta frítíðarætlan og at halda summarfrí í deiliga Danmark.

– Tað havi eg eisini ætlað mær, men havi nú kortini gjørt av at fara við Sólrun nakrar dagar til Føroyar at halda ólavsøku. Partvís fyri at stuðla hennara eitt sindur »koronu-rakta« byrjanar-virki – og av enn størri týdningi – tí tað altíð er ein fantastisk uppliving, skrivar Lars Løkke Rasmussen.

Virkið hjá Sólrun, sum fyrrverandi forsætisráðharrin sipar til, er felagði Sollars Holding, sum tey bæði stovnaðu í heyst, og sum tey eiga helvtina av hvør.

Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen er stjóri í felagnum, sum skipar fyri pakkaferðum til Føroya, har Lars Løkke Rasmussen eisini er nevndur.

##med2##

Lýsingin í september ljóðaði soleiðis:

'Et ’dramatisk landskab med stejle fjeldvægge, grønne klipper, rislende bække, vandfald, havets brusen mod de sorte klipper’. Fred og stilhed – ’kun afbrudt af fuglestemmer og fårenes brægen’.

'Efter middagen er der kaffe og dessert i de tilstødende lokaler og her får vi selskab af Sólruns mand, Lars Løkke Rasmussen, som fortæller om hans passion for Færøerne.'

Í lýsingini stóð eisini, at Sólrun Løkke Rasmussen bjóðar inn í barnaheimið hjá abba hennara við Gjógv, har pannukøkur eisini verða settar á borðið.

Síðani tá hevur fyrrverandi danski forsætisráðharrin eisini fingið onnur bond til Føroya, tí tann 29. apríl í ár valdi umboðsráðið í Ognarfelag Tryggingartakaranna Lars Løkke Rasmussen í nevndina í P/F Betri Banka.

Sollar Holding samstarvar við felagið Make Travel, sum skipar fyri ferðum til Føroya.

Tað eru Kent Christensen og konan, Maria Samson, sum eiga Make Travel.

Sólrun og Lars Løkke Rasmussen á veg úr Havnar kirkju ólavsøkudag í 2017

Lars Løkke Rasmussen í ferð við at fletta við Gjógv. Mads Winther, fyrrverandi rektari í Studentaskúlanum í Hoydølum, leggur honum lag á