Lønarhækkingin skal ikki strikast

Nú ljóðar í miðlunum, at landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum ætlar at strika avtalaðu lønarhækkingina hjá Starvsmannafelagnum, men tað vóni eg ikki, at felagið letur um seg ganga.

Samgongan hevur júst strikað inntøkur til landskassan fyri milliónir, og sendir nú rokningina til lønmóttakaran.

Limir í Starvsmannafelagnum eru millum teirra, ið hava gjørt eitt megnar arbeiði í korona-støðuni. Læknaskrivarar, portørar, fólk á Heilsufrøðiligu, fólk hjá Strandferðsluni, fólk í Kringvarpinum, ja hetta eru bara nøkur teirra, ið hava fingið landið at koyra undir hesi truplu støðu. Men nú ætlar samgongan, at hesi skulu rinda rokningina við at strika lønarhækkingina hjá teimum.

Min støða er greið, lønarhækkingin skal ikki strikast.

Beinta Løwe,

tingkvinna fyri Tjóðveldi