Løtumynd: Ólavsøkuróðurin 1952 (Video)

(Video) Síggj 8 mm litfilmsupptøkur hjá Gunnari Gunnarsson frá kappróðrinum og áskoðarunum á ólavsøku í 1952

Skíggjamynd av litfilmi frá 1952

Skíggjamynd av litfilmi frá 1952

 

Ferðast aftur í farnar tíðir við hugvekjandi løtumynd av ólavsøku í 1952.

Millum annað síggjast kappróður og áskoðarar í góðum hýri. Tá á døgum varð róð inn á Vágsbotn. Tað bleiv broytt við havnarútbyggingini fyrst í 1970-árunum.

Upptøkurnar átti Gunnar Gunnarson (1916-1992). Gunnar Gunnarsson vaks upp í Vági, men búði størsta partin av lívinum hjá sær úti í Mattalág í Havn.

HER ber til at síggja fleiri 8 mm filmsupptøkur hjá Gunnari Gunnarsson frá 1950-árunum.


##med2##

Skíggjamynd av litfilmi frá 1952

8 mm litfilmur hjá Gunnari Gunnarson av ólavsøku í 1952.