Lóggávan steðgar broytingarmøguleikum

– Vit mangla lóggávuna, og tí fáa vit ikki gjørt so nógv annað enn at koma við tilmælum, sigur Jóhan Pauli Helgason, leiðari fyri menningardeildina hjá Visit Faroe Islands, tá ið hann verður spurdur um, hvat fer at henda víðari í málinum um ferðavinnuna í Mykinesi

Seks partar ynskja nú, at meira skal gerast fyri at verja fuglalívið í Mykinesi (Mynd: Alessio Mesiano/VFI)

Seks partar ynskja nú, at meira skal gerast fyri at verja fuglalívið í Mykinesi (Mynd: Alessio Mesiano/VFI)

Visit Faroe Islands er ein av høvuðspørtunum í tilmælinum um náttúruvernd, fuglavernd og ferðavinnu í Mykinesi.

Seinasta summar høvdu teir fingið amerikumannin, Nathan Reigner, til Føroya, og hann vitjaði nøkur av teimum best umtóktu ferðavinnplássunum í Føroyum. Hann hevur skrivað PhD, og hevur millum annað starvast fyri íslendska ferðavinnuráðið, har hann hevur royndir við tjóðarparkum og burðardyggari ferðavinnu. Hann hevur skrivað eina frágreiðing um støðuna eins og nøkur tilmæli. Út frá hesum hava teir seks partarnir skrivað umrødda tilmælið.

##med2##


Áhugamálini kunnu ikki sameinast

Tað eru fyrst og fremst jarðareigararnir í Mykinesi, ið kunnu gera broytingar í Mykinesi, men tað er ikki altíð, at áhugamálini hjá teimum seks pørtunum og jarðareigarunum í Mykinesi eru tey somu.

– Vit hava tosað við jarðareigararnar í fleiri umførum, men tað eru ikki øll áhugamál, ið kunnu sameinast, sigur Jóhan Pauli Helgason.  
Hann vísir á, at gjaldið eisini er ein trupulleiki.

– Av tí gjaldi, ið verður kravt inn, sær ikki út til, at nógv verður gjørt fyri at verja náttúruna og fuglalívið, sigur menningarleiðarin.

Hann vísir á, at í fyrsta umfari er tað Mykines, ið tilmæli verður gjørt um. Men hann afturvísir ikki, at okkurt tilmæli verður gjørt um okkurt annað av vælumtóktu ferðavinnuplássunum í landinum í framtíðini.

Les eisini: Seta nú tiltøk í verk fyri at verja Mykines ímóti ferðafólki

Seks partar ynskja nú, at meira skal gerast fyri at verja fuglalívið í Mykinesi (Mynd: Alessio Mesiano/VFI)

Jóhan Pauli Helgason, leiðari fyri menningardeildina hjá Visit Faroe Islands