Lokaluppgerð í Firmakappingini á FM1 fríggjadagin klokkan 14

Bygma Balslev og Føroya Tele verða fyrstu fyritøkurnar sum kappast í Firmakappingini hjá FM1 í vetur

Firmakappingin á FM1 byrjar í morgin klokkan 14

Firmakappingin á FM1 byrjar í morgin klokkan 14

Klokkan fimm yvir tvey seinnapartin í morgin verður fyrsta uppgerðin í spurnarkappingini "Firmakappingin" á FM1.

Tað verður talan um eina grannauppgerð í Hoyvík, har stóru fyritøkurnar Bygma Balslev og Føroya Tele fara at kappast um at vinna seg víðari til annað umfar.

Fyritøkurnar fáa tríggjar spurningar um ávikavist søgu, landalæru og film sum Kristian Joensen, quizmaster í Klaksvík hevur skrivað.

Haraftrat fáa fyritøkurnar tríggjar ljóðspurningar úr savninum hjá FM1, so talan er um seks spurningar í part. Stendur á jøvnum verður fyrst ein eykaspurningur. Stendur framvegis á jøvnum verður ein talspurningur, ið liðskipararnir skulu svara.

FM1 hoyrist á www.midlar.fo ella gjøgnum útvarpslurtið á frekvensunum FM 88,7;  FM 91,7;  FM 93,9;  FM 95,5  og  FM 98,7.

Høvuðsvinningurin er ein ferð fyri 12 fólk við Skúvadal ferðum undir Vestmannabjørgini við Suppu og døgurða frá Fjørukrónni í Vestmanna. Tveyarin fær "Búff og Bowl" fyri 12 fólk frá Bowlinghøllini á Hálsi í Havn.

Firmakappingin á FM1 byrjar í morgin klokkan 14