Lomvigastovnar í vanda fyri oyðing

- Tað hevur stóran týdning, um lomvigastovnarnir skulu tryggjast, at veiða ikki fer fram um várið, sigur Náttúrustovnurin í Grønlandi.

 

 

 

Neyðugt er at halda uppat at veiða lomviga um várið, um lomvigastovnurin skal tryggjast í framtíðini. Tað heldur Náttúrustovnurin í Grønlandi.

Sermitsiag vísir á, at lomvigurnar nú reiðrast aftur har norðuri í Grønlandi, eftir at tær í vetur hava hildið til í útsynningspartinum av Grønlandi, Ný Foundlandi og við Labrador.

- Ein stórur partur av fuglinum hoyrir til teir stóru verpingarstovnarnar í Kanada, Qaanaaq og har norðuri í Upernavik. Ein partur hoyrir eisini til teir smærru stovnarnar har suðuri á Upernavik-leiðini og stovnarnar í Diskovíkini.

- Felags fyri hesar stovnar er, at vaksni fuglurin hesa tíðina av árinum heldur til, har teir verpa og fáa sítt avkom, sigur Náttúrustovnurin í Grønlandi.

Tey vísa á, at Náttúrustovnurin ofta hoyrir frá fólki, sum undra seg yvir tilmælið um minni veiði, tá so nógvur fuglur er at síggja við strendur Vesturgrønlands um várið.

Men, Náttúrustovnurin sigur, at nógvi fuglurin tó ikki er eitt barometur fyri, at lomvigin hevur tað gott, har fuglateljingarnar eru.

- Hetta er heldur búfuglur - ella verpingarfuglur - sum er samlaður, áðrenn hann tekur sítt pláss, har hann hesa tíðina av árinum verpur og byggir reiður.

Náttúrustovnurin heldur tað vera ógvuliga óheppið, at veiða fer fram um várið, tá fuglurin er samlaður, tí hetta er fuglur, sum skal reiðrast í verpingartíðini.

Henda veiðan gongur soleiðis út yvir fuglin, sum skal vera grundarlagið undir stovninum og skal føra stovnin víðari.

- Tað hevur stóran týdning, um hesir lomvigastovnar skulu tryggjast, at veiða eftir lomviga ikki fer fram um várið, sigur Náttúrustovnurin í Grønlandi.