Myndir: Nordlaks

Loysn móti algudeyða: Ein flytbar alistøð

Mett verður, at slíkar alistøðir kunnu gerast ein kollvelting í alivinnu.

 

 

Myndir: Nordlaks

 

Ein flytbar alistøð kann koma at gera, at blóming av algum verður ein minni trupulleiki í framtíðini. Alifyritøkan Nordlaks, sum hevur mist nógvan fisk, nú eitrandi algur hava herjað har norðuri í Noregi, arbeiðir nú við einari forvitnisligar og slóðbrótandi verkætlan innan aling.

Ein av nýggju alistøðunum, sum Nordlaks arbeiðir við, er ein flytbar alistøð. Alistøðin verður ikki fortoyað á nøkrum ávísum plássi, men kann flytast við motormegi - alt eftir, hvussu viðurskiftini eru í økinum, har fyritøkan hevur sítt virksemi.

Sambært NRK ætlar Nordlaks at hava eina slíka alistøð - nevnda Havfarm - lidna um nøkur ár. Mett verður, at hesin hátturin at byggja alistøðir kann gerast kollveltandi í framtíðini. 

Hin fyrra alistøðin av tveimum verður 384 metrar long og 59 metrar breið, og hon kemur at liggja fortoyað. Støðin skal liggja út fyri Hadsel í Vesterålen og skal ætlandi takast í brúk longu næsta ár.

Prísurin fyri alistøðina verður meira enn ein miljard norskar krónur, tá hon liggur klár at taka í brúk.

Hin seinna - ein sonevnd dynamisk alistøð, sum sæst á myndini ovast) - skal kunna flytast við motormegi. Ætlandi skulu hesar báðu nýggju alistøðirnar hjá Nordlaks rúma 10.000 tonsum av laksi.

- Tað góða við hesi seinni alistøðini er, at hon kann flytast burtur frá eitrandi algum í einari neyðstøðu, sigur Eirik Welde, samtaksstjóri hjá Nordlaks, við NRK.

Hann leggur aftrat, at hann trýr fult og fast upp á eina alistøð, sum kann flytast eftir viðurskiftunum í havinum. - Sum útgangsstøði fer alistøðin at liggja í einum ávísum øki, men hon skal so kunna flytast til økir, sum liggja betri fyri.

Eirik Welde vísir á, at talan kann gerast um at flyta alistøðina orsakað av herviligum illveðri - ella, um algublóming aftur skuldi tikið seg uppaftur. Enn hevur Nordlaks ikki gjørt nakran byggisáttmála um hesa seinnu flytbaru alistøðina, og tí kunnu tað ganga nøkur ár, áðrenn hon verður liðug.

Samtaksstjórin vísir á, at tað týdningarmesta nú er at finna út av, hvar ein slík alistøð kann virka, og hvussu myndugleikarnir fyrihalda seg til eina flytbara alistøð, men hann heldur tað vera møguligt at fáa myndugleikarnar við upp á hetta.

- Í oktober í fjør gav norska Fiskeridirektoratet grønt ljós til hina fyrru verkætlanina, sum skal hava støð út fyri Hadseløya í Vesterålen. Nú taka vit eisini royndirnar, vit hava havt gjørt okkum seinastu vikurnar við algunum, við í okkara ætlanir.

##med2##

Eirik Welde (mynd omanfyri) sigur við NRK, at í dag, tá aliringar skulu flytast frá einum staði til annað, eru nógvir bátar og skip við í hesum arbeiði. Við okkara flytbaru alistøð fer Nordlaks at kunna flyta alla alistøðina í einum, og hetta fer at verða nógv lættari og fer at krevja minni fyrireiking.

Vit kunnu skoyta upp í hesa greinina við www.vny.no (Vesterålnytt) sum keldu, at tað var longu í fjør heyst, at norskir miðlar skrivaðu um verkætlanina hjá Nordlaks við teirri fyrru ætlaðu alistøðini, soleiðis sum myndin her niðan fyri vísir.

Tá varð eisini nevnt í norsku miðlunum, at tað eru kinverjar - skipasmiðjan Cimc Raffles - sum skal byggja Nordlaks alistøðina.

##med3##

 

 

 

 

 

 

Myndir: Nordlaks