Luna hevði 163 milliónir í avlopi

Tað var eitt av teimum góðu árunum hjá alifelagnum Luna í fjør. Ársúrsliti var 163 milliónir krónur, níggju milliónir hægri enn árið fyri og 23 milliónir lægri enn í 2017. Laksalúsin er ein stór avbjóðing og ein forðing fyri vøkstri í alivinnuni á sjónum

Nettosølan var 774 milliónir krónur ímóti 680 milliónum krónum í 2018. Fíggjarstøðujavni felagsins er góðar 1,2 milliardir krónur, og íløgur í materiella støðisogn var 139 milliónir krónur.

Eginognin hjá Luna er nú 807 milliónir krónur.

Tað starvaðust í miðal 180 fulltíðarsett starvsfólk hjá Luna í fjør, 20 fleiri enn árið fyri.

Laksaalifyritøkan Luna rekur alibrúk í Sørvági, í Miðvági, í Vestmanna og í Heystfirði. Felagið hevur harumfratm aliloyvi versturi á Víkum.

Felagið framleiðir eisini smolt á smoltstøðini á Fútakletti. Smoltframleiðslan er til egna nýtslu.

P/F Luna skrivar í ársfrágreiðingini, at laksurin verður kruvdur og ein týðandi partur skorin til fløk og aðrar vørur á virkinum í Sørvági. Liðugtvøran verður utflutt.

Leiðslan sigur seg vera nøgda við ársúrslitið upp á 162,76 milliónir krónur.

Í sambandi við fiskaheilsu og umhvørvisviðurskifti skrivar felagið í ársfrágreiðingini, at laksalúsin er ein stór avbjóðing og ein forðing fyri vøkstri í alivinnuni á sjónum.

– Hesi avbjóðng arbeiðir felagið áhaldandi við at loysa. Felagið heuvur gjørt stórar íløgur í øktan smoltkapasitet á landi og setur størri smolt á sjógv soleiðis, at framleiðslutíðin á sjónum styttist og harvið smittutrýstið. Lús verður tálmað við at seta rokgnkelsi út í ringarnar. Harumfram verða eisini aðrir hættir brúktir at tálma lúsini.

##med3##

Úrslititini eru jalig, skrivar felagið, sum sigur, at tey ikki nýta antibiotika í framleiðsluni.

– Felagið hevur myndugleikanna góðkenning til alt virksemið, og felagið er sera tilvitað um at fara væl um umhvrvið, skrivar felagið, stendur í ársfrágreiðingini.

Eisini skriva tey, at felagið hevur sera væl útbúgvin fólk, og at arbeitt verður støðugt við at dagføra og menna hetta vitanartilfeingi.

Í samband við framtíðarútlitini hevur felagið útbygt smoltkapasitetin á Fútakletti munandi við tí í hyggju at framleiða størri smolt at seta út.

– Endamálið við hesum er at stytta um framleiðslutíðina á sjónum og harvið váðan fyri smittu, eins og at tað ger tað møguligt at gagnnýta sjógvaliøkini betur og harvið økja um framleliðsluorkuna.

##med2##

Útbrotið av koronuvirus, ið herjar heimin, hevur við sær munandi óvissur um búskaparligu menningina í avtakaralondunum. Væntast má ein munandi neilig ávirkan á prísin á laksi fyri 2020 og møguliga eisiní 2021, ógjørligt er at meta um hesa ávirkanina beint nú, skrivar felagið.