Lungnabruni kemur í lungavevnaðin, og sjúkan kann koma av einari røð av smáverum. Men, hvør er munurin á køldum og vanligum lungnabruna?

Lunguni eru ikki at spæla við

Um tú heldur, at tú hevur lungnabruna, eigur tú at søkja tær læknahjálp.

Lungnabruni kemur í lungavevnaðin, og sjúkan kann koma av einari røð av smáverum. Men, hvør er munurin á køldum og vanligum lungnabruna?

 

Hvør er munurin á sonevndum ”køldum” lungnabruna og vanligum lungnabruna?

Ofta verður sagt um kaldan lungnabruna, at hetta er bruni við ongum fepuri, men hetta er misvísandi. Tey flestu, sum dragast við bakteriuna, ið gevur sonevndan kaldan lungna¬bruna, hava nevniliga fepur, men ofta er fepurin ikki so høgur sum við vanligum lungnabruna.

Sjúkutekini, sum vísa seg við hesum báðum sløgum av lungnabruna, eru eitt sindur ymisk.

Vanligur lungnabruni gevur ofta - 

• høgan fepur 

• skjálvta 

• hosta við slími 

• trupulleikar við andadrátti

Kaldur lungnabruni hevur við sær -

• minni fepur

• hosta uttan slím

• høvuðpínu

• kanska hálspínu

Munurin á hesum báðum sløgum av lungnabruna er bakterian sum ger, at tú verður sjúk/¬ur. Kaldi lungnabrunin stavar frá bakteriuni myco¬plasma pneumoniae. Vanligi lungnabrunin, sum vit kenna við høgum fepri, kann eisini hava sína orsøk í bakteriuni myco¬plasma pneumoniae, men skyldast ofta eisini eina ígerðarsjúku við strepto¬kokkum.

Um tú heldur, at tú hevur lungnabruna, eigur tú at søkja tær læknahjálp. Læknin fær tá høvi at kanna teg og finna út av, um tú skalt viðgerast við heilivági ella ikki. Ert tú smittað/¬ur við bakteriu, fært tú heilivág. Men, tað er ikki vist, at bakteria er orsøk til lungnabrunan, og tá verður tú gjarna biðin um at krúpa undir dýnina, hvíla teg og geva tol.

Lungnabruni er bruni, sum kemur í lungavevnaðin, og sjúkan kann koma av einari røð av smáverum ella mikroorganismum, eitt nú virus, bakterium, svampum, snultarum ella sníkum. Men, lungnabruni kann eisini koma av etsandi kemikaliu, eitt nú av eitrandi gassum við eldsbruna, og tá verður hetta rópt kemiskur lungnabruni.

Í serstøkum føri kanst tú eisini fáa lungnabruna við at spýggja og anda í teg magainnihald, og hetta er eisini eitt slag av kemiskum lungnabruna.

Hevur tú kroniskar lungnasjúkur, eitt nú kollungu, astma ella slím á lungunum ert tú í øktum vanda fyri at fáa lungnabruna. Er lungnabrunin afturvendandi, kann tað merkja, at tú líður av kroniskari lungnasjúku, sum eitt nú kann vera kollungu. Kollungu mennast gjarna yvir fleiri ár, og hetta kann byrja við veksandi hosta, afturvendandi slími í lungunum og lungnaígerðum.

Hevur tú fingið kollungu, minka evnini hjá lungunum at beina burtur slím og mikroorganismur, og hetta veksur eisini um vandan fyri at menna lungnabruna. Ert tú ofta fongd/¬ur við lungnabruna, kann tað vera eitt gott hugskot at biðja læknan kanna lungnavirknaðin.

Lungnabruni er framvegis ein vanlig sjúka, og í Danmark verða hvørt ár umleið 70.000 fólk rakt. Umleið 15.000 av hesum verða viðgjørd á sjúkrahúsi, og helmingurin av hesum eru 65 ár og eldri.

Tað eru fleiri menn enn kvinnur, sum fáa lungnabruna, og hvørt ár doyggja umleið 1600 fólk í Danmark av sjúkuni. Tað eru serliga fólk, sum eru sjeyti ár og eldri, sum doyggja, og deyðstíttleikin er størri millum kvinnur enn menn.

Helmingurin av tilburðunum av lungnabruna hava sína orsøk í bakterium, og í flestu førum er talan um streptokokbakteriur, sum verða róptar pneumokokkar. Hetta er tann mest vanligi lungnabrunin.

Tá tú fært lungnabruna, er talan oftast um smittu, har tú hevur andað í teg mikroorganismur ella smáverur.

Ein meira sjáldsom orsøk er, tá bakteriur frá ígerðum aðrastaðni í likaminum um blóðbanan enda í lungunum. Talan kann eitt nú vera um ígerð onkustaðni í beinagrindini, sum flytir seg og endar í lungunum.

Keldur: lunge.dk/ netdoktor.dk 

 

 

Lungnabruni kemur í lungavevnaðin, og sjúkan kann koma av einari røð av smáverum. Men, hvør er munurin á køldum og vanligum lungnabruna?