Lutfalsliga harður jarðskjálvti í Athen

Fyri eini løtu síðani rakti ein lutfalsliga harður jarðskjálvti grikska høvuðstaðin Athen.

Útlendskir miðlar siga, at jarðskjálvtin var mátaður til at 5,1 á richterstiganum og miðdepilin var 22 kilometrar norðan fyri Athen.

Fjáltur kom á fólk og tey hildu út á gøturnar tá ið tey merktu jarðskjálvtan, sum vardi eini 15 sekund. Men enn eru ongar fráboðanir um at fólk hava latið lív, ella hava fingið skaða. Boð eru kortini komin um ein ferðamann, sum fekk ein snudd av betongpussi sum datt av einum veggi.

Men hinvegin fór streymurin og telesamskifti summa staðni í býnum og av tí sama mátti bjargingarfólk bjara fleiri fólkum úr lyftum, sum steðgaðu ímillum hæddir, tá ið jarðskjálvtin rakti. Myndugleikarnir siga, at almennir bygningar eru gjørdir til at tola jarðskjálvta av hesum slagnum.

Hetta er fyrsti jarðskjálvti í Athen 20 ár. Tann í 1999 var harðari og tá doyðu 143 fólk, skrivar BBC.