Lutir av motori endaðu í túninum

Boeing mælir til, at flogfeløg, sum hava flogfør við ávísum motorslagi, taka flogførini úr flúgving fyribils.

 

Amerikansku loftferðslumyndugleikarnir fara nú at kanna flogfør av slagnum Boeing 777, eftir at eitt slíkt flogfar leygardagin neyðlendi í  Denver við stórum trupulleikum við tí eina motorinum.

Soleiðis, sum viðhefta mynd vísir, ið løgreglan hevur almannakunngjørt, endaðu lutir av motorinum í túninum beint við eini sethús.

Flogfarið hjá United Airlines, sum var á veg úr Denver til Honolulu, fekk trupulleikar við høgra motori stutt eftir fráferð úr altjóða floghavnini í Denver leygardagin. Eldur kom í motorin, meðan flogfarið var á flogi.

- Vit hava gjøgnumgingið allar tryggleikaupplýsingar eftir tilburðin, siga amerikansku loftferðslumyndugleikarnir í einari viðmerking sunnudagin.

Niðurstøðan er, sambært Reuters, at bløðini í motorinum á flogfarinum, sum er av slagnum, Pratt & Whitney PW4000, skulu kannast nærri. Bløð av hesum slag vera bert brúkt í flogførum av slagnum, Boeing 777.

Flogfelagið, United Airlines, hevur boðað frá, at 24 flogfør hjá felagnum av slagnum, sum var fyri óhappinum, fyribils verða tikin úr flúgving. Framleiðarin av flogførunum, Boeing, mælir samstundis til, at flogfeløg, sum hava hesi flogfør, taka tey úr flúgving fyribils.

Reuters veit frá Boing at siga, at 69 flogfør av hesum slag vóru í vinnu, tá óhappið hendi, og 59 onnur stóðu stóðu kring um á flogvallum orsakað av avmarkaðu flogferðsluni. Flogfør av sløgunum 777-200 og 777-300, sum eru rakt, nú óhappið hendi í USA, eru eldri flogfør, sum feløgini eru í holt við at taka úr flúgving.