Lydia Didriksen nýggjur útbúgvingarleiðari

 

Lydia Didriksen er sett sum nýggjur útbúgvingarleiðari fyri læraraútbúgvingina á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

 

Lydia er útbúgvin lærari og hevur harumframt Bachelor- og Master-útbúgving í føroyskum. Lydia hevur starvast sum námslektari á Námsvísindadeildini síðan 2015, og hon hevur seinastu árini undirvíst bæði námsfrøðingum og lærarum í føroyskum máli, bókmentum og í føroyskum sum undirvísingarevni. Somuleiðis hevur Lydia undirvíst í bókmentagreining á Føroyamálsdeildini.

 

 

Lydia tók við starvinum hin 1. august 2019, skrivar setur.fo.