Lyftir í øllum bygdaleiðum 1. mei

í 2020 verða allir bussarnir í bygdaleiðum atkomuvinarligir

 Frá 1. mei í 2020 kunnu allir bussarnir hjá Strandferðsluni taka koyristólar.

Tað boðar Strandferðslan frá í dag, nú flestu av sáttmálunum um busskoyring kring landið eru komnir upp á pláss.

- Vit hava verið í gongd við hetta í eitt longri tíðarskeið. Hetta er nakað, sum Strandferðslan setti sær fyri, og nú er tað so komið upp á pláss, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni.

Allir bussarnir skulu sostatt útstýrast við lyftu, og tá veitingartíðin er upp til seks mánaðir, so verður alt eftir ætlan komið upp á pláss áðrenn 1. mei í 2020.

Harumframt verða bussarnir eisini útstýrdir við GPS, soleiðis at ferðandi kunnu síggja, hvar bussarnir eru.

Strandferðslan hevði fimm pakkar á útboði - og pakki 1 (leið 100, 101 og 300), pakki 2 (leið 200, 201, 202, 440/480, 442 og 481) pakki 3 (400, 401, 410, 500, 504 og 506) eru komnir upp á pláss.

Pakkarnir fyri Sandoynna og Suðuroynna er tó framvegis ikki avgreiddir. Fyri Suðuroynna kom bert eitt boð, ið var munandi hægri enn boðini í hinum pakkunum, og pakkin verður tí bjóðaður út av nýggjum.

Fyri Sandoynna komu inn tvey boð, men óvissa er um innkomnu boðini í mun til samlaða ferðatímatalið, sum ger, at tað ber ikki til at gera eina neyva samanbering av boðunum. Strandferðslan hevur tí gjørt av, at bjóða pakkan fram av nýggjum.

Hilmar Eliasen vónar, at koyringin fyri Suðuroy og Sandoy er avgreidd áðrenn august mánaður er liðin.