Lýsir ikki veruligu støðuna

Atlantsflog metir ikki, at FPU lýsir uppsøgnina av flogternunum rætt.

Eftir at málið um tær báðar uppsøgdu flogternur er umrøtt í miðlunum, hevur Atlantsflog sent út tíðindabræv, har tey vísa aftur, at tær skuldu verið koyrdar fyri sín fakfelagsleiklut.

Lesið eisini: ETF hartar Atlantsflog

Atlantsflog sigur seg harmast um íkomnu støðuna, men, at tað somuleiðis liggja góðar orsøkir til grundar fyri uppsøgnunum, uttan tó at siga nakað ítøkiligt um hvørjar orsøkirnar eru.

- Vit vilja tó gera greitt, at tungtvigandi orsøkir liggja sum grund fyri uppsøgnunum. Vit vísa staðiliga aftur, at uppsøgnirnar yvirhøvur hava nakað við fakfelagsleiklutin hjá uppsøgdu flogternunum at gera, boðar Atlantsflog frá í tíðindaskrivinum.

Somuleiðis vísir felagið aftur, at tey hava frætt nakað frá danska fakfelagnum, Flyvebranchens Personale Union (FPU), í sambandi við uppsøgnirnar.

- Tað, sum FPU higartil hevur ført fram í miðlunum, lýsir eftir okkara tykki ikki veruligu støðuna, skrivar Atlantsflog.

Sosialurin hevur longri greinarøð um málið í blaðnum í dag, og hon kann finnast her