Má taka koyrikortið av nýggjum

Koyrdi alt ov skjótt í Norðoyatunlinum

Aftur í nátt var løgreglan á ferð við ferðmátanum og aftur í nátt vóru tey í Norðoyatunlinum og kannaðu, hvussu skjótt bilar koyrdu har.

Og har varð ein bilførari tikin fyri at koyra 117 kilometrar um tíman, og tað merkir, at hann missur koyrikortið treytað.

Sostatt skal hann upp til nýggja koyriroynd áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, og stendur hann ikki royndina, missur hann koyrikortið.

Fríggjanáttina var løgreglan eisini í Norðoyatunlinum við ferðmátara og tá mistu tveir bilførarar koyrikortið, og annar av teimum koyrdi heilar 137 kilometrar um tíman.