Má taka koyrikortið umaftur

– Annars bar Skálafossur við land í nátt

 

 

Aftur í gjár var løgreglan á ferð við ferðmátaranum, og aftur í gjár vórðu bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Løgreglan sigur, at tey vóru í bygdnum øki norðan fyri máldu, hvussu skjótt, bilarnir koyrdu.

Í hesum sambandi varð ein bilførari tikin fyri at koyra 89 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 50, og sostatt missur hann koyrikortið treytað. Tískil má hann taka koyrikortið um aftur, annars missur hann tað. Harafturat fær hann 3.500 krónur í bót.

Tveir aðrir bilførarar koyrdu ávikavist 75 og 76 kilometrar um tíman á sama strekki, og tað fáa teir klipp í koyrikortið, umframt at teir fáa ávikavist 2.500 krónur í bót.

Annars fingu tey eisini boð í morgun um, at trolarin Skálafossur, hevði borið við land. Hann var á veg úr Havn til Vestmanna, har hann hoyrir heima, tá ið hann bar við land. Men áðrenn hjálpin kom fram, var hann leysur aftur av sær sjálvum, og hann hevði ongan leka, so hann sigldi sjálvur inn á Vestmanna. Tey vita ikki, hví hann bar við land.