Madeleine hevur havt korona tvær ferðir

- Mín ávaring til fólk, sum halda, at tey ikki kunnu fáa covid-19 tvær ferðir, er, at hesi eiga at vera ansin, sigur 35 ára gomul norsk kvinna.

Madeleine Larsen ávarar nú onnur, sum halda, at tey ikki kunnu fáa covid-19 tvær ferðir. Mynd: Privat

Madeleine Larsen ávarar nú onnur, sum halda, at tey ikki kunnu fáa covid-19 tvær ferðir. Mynd: Privat

 

- Eg havi verið ógvuliga ansin, men virusið er jú allastaðni. Eg eri fjálturstungin um, at eg kundi gerast sjúk tvær ferðir. Tað sigur 35 ára gamla norska kvinnan, Madeleine Larsen, við tv2.no. Hon hevur ligið í seingini í eina viku - við nógvum hosta og illa til passar.

Preben Aavitsland, sum er yvirlækni og starvast hjá norska Fólkaheilsustovninum innan smittuverju, sigur, at í heimshøpi eru fáar skrásetingar, har fólk eru vorðin smittað við covid-19 tvær ferðir.

- Eg veit ikki um onnur dømi í Noregi, sigur yvirlæknin við tv2.no.

Men, sum skilst á tv2.no er talið av fólki, sum eru smittað meira enn einaferð, veksandi. Í Svøríki hava granskarar skrásett 150 tilburðir, har fólk eru smittað við covid-19 tvær ferðir.

Tað var í endanum av februar, at 35 ára gamla, Madeleine Larsen, fyrstu ferð varð smittað. - Tá var eg sjúk leingi. Onkuntíð føldi eg meg frægari, og so hevði eg tað verri aftur. Tá fekk eg ikki tikið eina covid-19 roynd, tí tað vóru bara fólk, sum vóru innløgd á sjúkrahús og heilsustarvsfólk, ið fingu møguleikan at vera kannað, sigur hon.

Madeleine Larsen sigur, at tá hon í endanum av februar gjørdist sjúk, varð hon ikki tikin í álvara í heilsuverkinum. Tey komu bara við ymiskum frágreiðingum um, at hon ikki hevði covid-19, tí sjúkan eftir teirra tykki vardi ikki so leingi, sum hon hevði verið sjúk.

At enda valdi kvinnan sjálv at gjalda fyri eina roynd, har hon varð kannað fyri andevni móti covid-19. Hetta gjørdi hon hjá einum privatum lækna, og úrslitið var positivt. Royndin vísit, at hon hevði havt covid-19 og hevði andevni í sær.

Tá Madeleine Larsen herfyri legðist sjúk aftur, tók hon eina nýggja covid-19 roynd, og úrslitið var, at hon nú hevði fingið covid-19 fyri aðru ferð.

- Nú vil eg bara gerast frísk aftur. Mín ávaring til fólk, sum halda, at tey ikki kunnu fáa covid-19 tvær ferðir, er, at hesi eiga at vera ansin. Eg hava verið ógvuliga ansin, tó at eg ikki væntaði, at eg fór at gerast sjúk aðru ferð. Virusið er framvegis nýtt, og vit læra alla tíðina, sigur Madeleine Larsen við tv2.no.

Madeleine Larsen ávarar nú onnur, sum halda, at tey ikki kunnu fáa covid-19 tvær ferðir. Mynd: Privat