Maður fongslaður fyri harðskap og hóttanir

Løgreglan skal nú brúka hesa næstu tíðina at lýsa viðurskiftini

Fríggjakvøldið varð ein maður handtikin fyri harðskap og fyri - í fleiri umførum - at hava hótt onnur. Talan er um ein tilkomnan mann í Eysturoynni og tá ið hann varð handtikin, varð hann settur í varðhaldið. Og í gjáramorgunin varð hann so førdur fyri Føroya Rætt til grundlógaravhoyringar, og har varð gjørt av at fongsla hann í 19 dagar fyribils. Hesar dagarnar skal løgreglan so brúka til at lýsa málið, áðrenn tað aftur verður endaliga viðgjørt í rættinum.

Av tí at tey akkurát eru farin undir kanningar, fær løgreglan ikki sagt so nógv um, hvat maðurin, heilt ítøkiliga, er skuldsettur fyri.

Annars varð eitt fólk flutt á Landssjúkrahúsið í nátt til kanningar, tí tað segði seg hava verið fyri harðskapi. Í slíkum førum er tað føst mannagongd fáa ein lækna at skjalfesta skaðarnar.

Løgreglan fer nú at kanna málið, og at avhoyra fólk og tá ið tað er liðugt, verður støða tikin til um eitt eitt mál um harðskal skal reisast, ella ikki.

Í nátt kannaði løgreglan eisini fýra unfólk, sum vóru í einum bili, og har fann løgreglan eina lítla nøgd av hassjblandingi og ymsa útgerð at roykja hassj við. Tey eru nú skuldsett fyri at hava brotið lógina um rúsevni.