Maður handtikin á Skála

Politiið arbeiðir við málinum

Ein maður bleiv fyri løtu síðani handtikin á Skála. Politiið hevur í skrivandi stund ikki serliga nógvar viðmerkingar til málið, men vakthavandi váttar, at okkurt er á vási, og at ein maður er handtikin í málinum.

– Vit arbeiða við málinum akkurát nú, so vit hava rættiliga nógv at gera. Vit hava ov mikið av leysum tráðum, sum vit nú skulu kanna nærri, sigur vakthavandi í stuttari viðmerking.

Sum skilst er hetta í sambandi við brot á politiviðtøkur og møguligan harðskap. 

Miðilin R7 skrivar, at fólk í bygdini standa spyrjandi, tí fleiri politibilar komu til bygdina, og politistarnir høvdu hundar við á staðið.